Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alessio Hyseni heldur ikki fram í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.06.2020 - 13:25 Ítrottur Tíðindi

Alessio Hyseni spælir tveir dystir afturat, áðrenn hann fer av landinum.

23 ára gamli miðvallarleikarin spælir tveir dystir afturat, móti Skála og Víkingi. Sáttmálin gongur út 30. juni og portal.fo skrivar í dag, at samstarvið endar 30. juni. Tað verður upplýst í greinini, at sáttmálin kundi leingjast, men at tað so skuldi geva meining fyri báðar partar. Tað ger tað ikki í hesum føri. Sambært in.fo, so verður Heini Vatnsdal úr Fremad Amager mest sannlíkt tann, sum kemur ístaðin.

Alessio Hyseni hevur verið óstøðugur í sínum avrikum í KÍ. Nú hann fer avstað, so eru bara tveir leikarar í hópinum av teimum fimm, sum komu til felagið í vetur. Tað eru Odmar Færø og Ole Erik Midtskogen. Sebastian Avanzini og Alessio Hyseni eru givnir ella gevast, meðan Abubakar Ibrahim Aliyu ikki er komin til landið enn vegna trupulleikar við loyvunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum