Lýsing
Lýsing

Myrkaspæl við koronakanningum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2020 - 23:26 Leiðarin Politikkur

Løgmaður kunngjørdi fyri fáum døgum síðani, at Føroyar uttan nakað umhugsni hava tikið við donskum reglum um at lata landamørkini upp fyri londum har smittutrýstið er lágt, og tí standa hurðarnar víðopnar frá 27. juni 2020

Ólíkt løgmanni, so víkti hann kortini frá manuskriptinum hjá Mette, tá hann boðaði frá serligari mannagongd um, at hvør Hanus og Janus, sum kemur til landið, skal betala 390 krónur fyri at avlevera sítt DNA til kanningar fyri koronu.

Men tað verða ikki almennu stovnarnir Landsjúkrahúsið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan sum standa fyri hesum. Tað skulu hinvegin tvær privatar fyritøkur – ein donsk og ein føroysk.

Báðar fyritøkurnar hava tingmenn úr samgonguni í nevndunum. Johan Dahl er formaður í danska felagnum Amplexa, og Christian Andreasen er nevndarlimur í føroyska felagnum Thetis.

Jógvan Páll Lassen hevur funnist alment at hesum, tí tað finst ongin lógarheimild fyri hesum átakinum í føroyskari lóg.

Hvørki fyri at tvinga fólk til at gjalda fyri eina kanning, og slett ikki fyri at lata okkara genetiska hjartablóð treytaleyst upp í hendurnar á handilsligum aktørum.

Her er sanniliga brúk fyri at verða á varðhaldi, tí tvinga vit fólk til at gjalda fyri kanningar, so leggja vit í grundini óheimilaðan skatt á fólk og bróta prinsippið um ókeypis læknahjálp.

Læknavísindi hevur eisni áhaldandi mælt okkum til at verða á varðahaldi í hesum korona tíðum. Shahin Gaini legði í samrøðu við Kringvarpið fyrr í vikuni stóran dent á, hvussu umráðandi tað er við opinleika og erligheit kring covid-19 fyri at skapa álit millum myndugleikar og fólk.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Debes Christiansen fingið stóra viðurkenning fyri tilbúgving og avgreiðslu av koronatestum í Føroyum um allan heim.

Tey vóru skjót, dygg og ódýr í ráðum, og vit hava álit á, at tey umsita koronakanningar í Føroyum á einum greiðum og gjøgnumskygdum lógargrundarlagið.

Vit hava onga grundgieving fingið fyri at taka kanningarnar úr hondunum á hesum stovnum. Tí eiga tey at halda fram at standa fyri øllum kanningunum.

Ger samgongan ikki tað, so elvir tað til alskyns gitingar um meiri og og minni suspektar orsøkir til at fremja eina privatisering av fólksins DNA, og greiningin hjá Pál Weihe um myrkatøl í koronakanningum má broytast til eina kanning um myrkaspøl við koronakanningum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin