Lýsing
Lýsing

Kanningararbeiði er ikki boðið út

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2020 - 14:15 Leiðarin Politikkur

Løgtingið samtykti við eykafíggjarlógini fríggjadagin at játta fýra milliónir krónur til koronakanningar av ferðafólkum frá 27. juni til 10. juli. Tað svarar til tvær milliónir krónur um vikuna.

Í álitinum frá meirilutanum stendur onki um hvør skal loysa uppgávuna, og heldur onki um hvør kann bjóða upp á uppgávuna og eftir hvørjum leisti.

Arbeiði er heldur ikki boðið út alment, men sum skilst, so er ein undirhondsavtala gjørd millum landsstýrið og tvær fyritøkur um at standa fyri arbeiðinum.

Onnur er føroyska Thetis, sum Regin W. Dalsgaard og Niels Mortensen hava stovnað. Regin W. Dalsgaard er formaður í nevndini, sum eisini telur tingmannin hjá fólkaflokkinum Christian Fríðbjart Andreasen. Christian er eisini formaður í tingbólkinum hjá fólkaflokkinum og í løgtingsins rættarnevnd.

Hin er fyritøkan Amplexa, sum er skrásett í Danmark. Stjóri í felagnum er Hans Atli Dahl, meðan beiggi hansara Johan Dahl er nevndarformaður. Johan Dahl situr á løgtingið fyri sambandsflokkin. 

Ongin grundgeving sæst í álitinum frá fíggjarnevndini um hví júst hesar báðar fyritøkur eru valdar út at standa fyri arbeiðinum. Í Føroyum hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan staðið fyri øllum kanningum higartil og fingið stóra viðurkenning fyri skjóta, góða og bíliga tænastu.

Aftaná 10. juli skulu øll ferðandi rinda Thetis og Amplexa 390 krónur fyri hvørja kanning, men onki verður sagt um, hvør hevur ásett prísin ella góðtikið hann.

Veksur ferðafólkatalið aftur til 150.000 komandi ferðafólk, skulu tey ferðandi rinda hesum báðum fyritøkum smáar 60 milliónir krónur fyri kanningar.

Tað er fýra ferðirnar so nógv sum Heilsufrøðiliga starvsstovan fær til alt sítt virksemið á fíggjarlógini í dag, sum er 15 milliónir krónur.

Heilsufrøðiliga starvsstovan tók 200 krónur fyri hvørja kanning tey gjørdu fyri Landssjúkrahúsið.

Tað framgongur ikki av tingálitinum, um Heilsufrøðiliga starvsstovan og Landssjúkrahúsið hava fingið í boðið at standa fyri kanningararbeiðinum, um tey fingu somu treytir sum privatu fyritøkurnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…