Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ikki eitt orð um eftirlit við koronakanningum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2020 - 18:12 Leiðarin Politikkur

Stjórin í danska Serum Instituttinum er komin í ódnarveður og skal undir tænastumannakanning, tí myndugleikarnir ivast í, um Serum stovnurin verjir viðkvæmar upplýsingar nóg væl.

Ein høvuðsuppgáva hjá stovninum er at fylgja við og fyribyrgja útbreiðslu av smittandi sjúkum. Tí hevur Statens Serum Institut ein týðandi leiklut í koronatilbúgvingini í Danmark.

Umframt at granska, so virkar Serum Instituttið eisini sum alment viðurkent goymslustað fyri blóðroyndir, vevroyndir og annað. Men stovnurin virkar undir strangum treytum, og skal umsita heilsuupplýsingarnar við virðing fyri teimum, ið hava latið royndirnar.

 

… man skal som borger kunne stole fuldt på, at der bliver passet på ens sundhedsdata”, sum Heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke tekur til í tíðindaskrivið í dag, tá hann boðar frá tænastumannakanning, tí ivi er sáddur um treytirnar verða hildnar.

 

Í Føroyum hava Landssjúkrahúsið og Heilsufrøðiliga starvsstovan staðið fyri øllum koronakanningum til nú, ið løgtingið samtykti at tvær privatar fyritøkur skulu standa fyri koronakanningunum.

Fyrstu tvær vikurnar – frá 27. juni til 10. juli – fáa tær 4 milliónir krónur fyri arbeiði. Og frameftir skal hvørt eitt einasta komandi ferðafólk rinda 390 krónur fyri eina korona roynd.

Men ongin hevur upplýst, um nakað heilsufrøðiligt eftirlit er við hesum viðkvomu upplýsingum, hvussu  royndirnar verða goymdar, og um tær til dømis kunnu blíva seldar til gransking.

So í grundina vita vit ikki, um privatu fyritøkurnar fáa bonus burturúr okkara koronaroyndum við at selja upplýsingarnar til onnur, og tí  kann tað tykjast sum landsstýrið heilt hevur lopið um setningin hjá  danska starvsbróðurinum Magnus Heunicke: ”man skal som borger kunne stole fuldt på, at der bliver passet på ens sundhedsdata.”

https://www.dr.dk/nyheder/indland/kammeradvokaten-anbefaler-direktoeren-statens-serum-institut-fyret

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund