Lýsing
Lýsing
Bókin Krossmessa eftir Jógvan Isaksen við danskari permu og donskum teksti. Vónandi verður krimirøðin so føroysk sum yvirhøvur til ber.

Føroyar hava ikki ráð at siga nei til TROM

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2020 - 21:30 Leiðarin Mentan Vinna

Tilboðið um, at fyri 4 milliónir fáa vit upptikið eina heila sjónvarpsrøð í Føroyum, er næstan ov gott til at vera satt. Men satt er tað. Leiðarin í Filmshúsinum sigur, at røðin Trom, ið byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen, fer at kosta 37 milliónir at gera, og longu eru 30 milliónir settar í røðina av útlendskum íleggjarum. Játtar Løgtingið bara gott helvtina av restini, kann røðin takast upp í Føroyum. Hetta er eitt ov gott tilboð at siga nei til!

Innan gransking er ikki óvanligt at brúka 1:1-prinsippið, tað vil siga, at stillar ein skikkaður umsøkjari við helvtini, so játtar grunnurin, universitetið ella myndugleikin hina helvtina. Tað vil siga, at tann, sum vil hava eina verkætlan framda, skal reisa helvtina av neyðuga kapitalinum sjálvur.

Her fær Føroya Løgting eitt nógv betri tilboð. Her koma fólkini aftanfyri TROM við meira enn 80% av pengunum, sum tey hava fingið til vega við at sannføra útlendskar íleggjarar um, at ein røð eftir ein føroyskan krimihøvund er verd at seta tríati milliónir í. Og Landskassin skal ikki eingong játta tær írestandi sjey, men einans fýra milliónir, fyri at røðin kann verða upptikin her.

Annaðhvørt mansbarn í Føroyum kennir til skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen og veit, at náttúrulýsingarnar í Føroyum eru ein týðandi partur av teimum. Somuleiðis eru fleiri pallmyndir úr Tórshavn, Klaksvík, Gøtu og fleiri øðrum støðum í Føroyum. Hetta er upplagt at filma “on location”, og fer í sær sjálvum at gera røðina forvitnisliga við brestin.

Sum skilst er í løtuni ikki undirtøka í Løgtininum fyri at játta upphæddina, men spurningurin er, um vit hava ráð til at lata vera. Ein av treytunum er, at 16 milliónir verða brúktar í Føroyum, og fara hesir pengarnir til flogferðir, gistingarhús, tænastur og arbeiðsmegi í Føroyum, ið skal vera við til at gera røðina. Her kemur upphæddin longu ferfalt aftur. Og ikki minst kemur hetta væl við hjá Coronasperdu ferðavinnuni.

Samstundis er hetta ein framúr góður sýnisgluggi fyri bæði føroyska filmslist, skaldskap, náttúruna og samfelagið sum heild. Hesin parturin kann illa gerast upp í pengum.

Vit vilja fara so langt sum til at siga, at tað hevði verið ein dáragerð at latið hendan møguleikan gloppið okkum av hondum. Kunnu vit sum tjóð hava tað sitandi á okkum, at vit vegna pírni lótu Hannis Martinsson fanga skurkar við Íslandi ella Skotlandi í baksýni, tí at smá 14% av kostnaðinum vóru ov nógv at lata? Enntá vitandi, at umframt at fáa eina at kalla føroyska sjónvarpsrøð burturúr, søgdu vit eisini nei takk til at fáa peningin fleirfalt aftur?

Fýra milliónir eru ikki ein høgur kostnaður at lata fyri eina føroyska krimirøð. Og føroysk má hon sigast at vera, tá bæði høvundur og handritaskrivari eru føroyingar og røðin er upptikin í Føroyum. Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað søguna um til handrit, og tað er týðiligt, at fólkini rundan um røðina helst vilja, at hon verður tikin upp í Føroyum. Har Hannis Martinsson er í sínum natúrliga elementi, so at siga.

Almennu Føroyar hava brúkt eina rúgvu av pengum skeivt seinastu árini. Til eina av teimum feilíløgunum umrøddi táverandi løgmaður eina millión sum “piparnøtur”. Her kunnu vit gera tað øvuta og brúka eina lítla upphædd til at fáa eina stóra upphædd aftur í umferð í samfelagnum, eins ringvirkningarnir vera risastórir í mun til lutfalsliga lítlu íløguna.

Nú er eitt høvi at gera stórt gagn við fáum pengum. Tingfólk mugu ikki bara lata tað fara framvið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…