KÍ kvinnurnar reistu seg í øðrum hálvleiki
Ein spennandi dystur var í bestu kvinnudeildini í dag, ímillum HB og KÍ í Havn. HB kvinnurnar byrjaðu væl og fingu skjótt tvey mál. Heimildarfólk okkara sigur, at spælið hjá KÍ kvinnunum gekk ikki væl, men tó komu tær til møguleikar í fyrra hálvleiki. Upp undir endan av fyrra hálvleiki minkaði Eyðvør Klakstein um munin til 2-1.
Tá nakað var farið av seinna hálvleiki, skifti venjarin Rannvá Andreassen og Malenu Josephsen inn. Rannvá fekk skjótt tvey mál so støðan gjørdist 2-3 til KÍ. Malena hevði eisini ein goðan møguleika í seinna hálvleiki at økja um leiðsluna hjá KÍ.
Sum heild vóru KÍ kvinnurnar ikki so væl nøgdar við egið spæl, men burturúr fýra møguleikum í seinna hálvleiki fingu tær tvey mál. Saman við málinum hjá Eiðvør, gjørdist endaliga støðan tí 2-3 til KÍ.
Støðan í deildini er at KÍ hevur 21 stig fyri 7 dystir, NSÍ 9 stig fyri 7 dystir, HB 6 stig fyri 7 dystir og EB/Streymur/Skála 4 stig fyri 7 dystir, Íf/Víkingur/B68 hevur 8 stig fyri 6 dystir og B36 hevur 6 stig eisini fyri 6 dystir. - ÍF/Vikingur/B68 og B36 spæla 7 umfar í skrivandi stund.