Lýsing

Úrslitið hjá JFK-samtakinum í 2019 var nøktandi

SKRIVAÐ: JFK-samtakið  |  01.07.2020 - 16:03 Tíðindaskriv Vinna

Feløgini í samtakinum hava havt aðalfund, og samlaða úrslitið eftir skatt var 35,1 mio kr.


Samlaði umsetningurin var 887 mio kr., og til lønir og hýrur vóru 301 mio kr. rindaðar.

Í landskassan vórðu rindaðar 103 mio kr sum tilfeingis- og kvotagjald.

Besta úrslitið í samtakinum hevði felagið JFK knappar 30 mio kr. eftir skatt.

Úrslitið hjá felagnum Kósin var uml. 4 mio kr. eftir skatt, og úrslitið hjá felagnum P/f Næraberg var 1 góð mio. kr.

Havast skal í huga, at úrslitið hjá P/f Nærabergi skal síggjast í mun til eitt tilfeingis- og kvotagjald upp á 97 mio kr.

Tá ið talan er um at keypa kvotur á uppboðssølu, er sera trupult at meta um fíggjarligu avleiðingarnar, tí keypt verður, áðrenn keyparin er vitandi um søluprís og m.a. oljuprís.

Tað vísti seg eisini, at tað, sum varð latið fyri kvoturnar á uppboðssølu, var heldur nógv í mun til tað, sum fiskurin kundi seljast fyri.

Mett verður at úrslitið hjá JKF verður á sama støði í ár, sum í fjør og at úrslitini hjá Kósini og Næraberg verða betri.

Einki vinningsbýti verður goldið út, tí alt avlopið verður nýtt at styrkja samtakið við, serliga nú JFK-Trol hevur skrivað undir sáttmála at byggja nýggjan trolara, sum skal tryggja virksemið hjá felagnum komandi nógvu árini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Slovan Bratislava spardi allar útileikar…
Yvirlýsing: Fakfelags­ráðið stuðlar flogs…
Føroya Sunnasta 1/­2marathon eisini avlýs…
Stór viðurkenning til Kára á Høvdanum
Aftursvar til Tjóðveldi
Bleytu virðini fara oftast út um játtani…
Hvar er langtíðarætlanin?
State of the Land – nýtt videolag
Svimji­høllin letur varisliga uppaftur
Eitt bakbit av teimum grovu
Stórarbeiði á Biskupstøð!
Tilboð og tænastur í Almanna­verki­num av…
Seinasta vaktin hjá tónleika legendu: Ge…
Rullandi kontry í Klaksvík
Skýmingatúrur um Klakkin á Háskúlan og V…
Grindir­nar ymiska ferð
Norskur dómari til Champions League í Kl…
KVF viðger sending­ina ''Fótbóltsprát''
Einmælt samtykt
Heilsumála­ráð­har­rin: Ómenniskjaligt at f…