Lýsing
Lýsing
Lýsing

Týdningurin av siðvenjum í modernaða samfelagnum

SKRIVAÐ: Sámal Matras Kristiansen  |  06.07.2020 - 15:00 Mentan Tíðindi

- Røða á Varmakeldu

 

Mær Fuglafjørður - fagra bygd;
so prúð og von - tú veitir trygd.
Tá áirnar fossa út á fjørð,
tú vakrasta stað mær er á jørð! *

Hyggið kring um tykkum. Síggið hásummars vakurleikan spenna seg út í fagrasta blóma. Fjøllini kransa fjørðin sum ein verjugarður móti høgættini, djúpir dalar fevna mjúkliga bø og bygdarlag, áir og løkir renna tutlandi úr keldum oman á fjøru og sand.

Ein slík tíðarmynd er altíð kveikjandi. Hugfarsligt er at steðga tíðina eina løtu og skoða vakurleikan í núinum. Vit liva annars í einum heimi, ið ferðast alsamt skjótari. Vit spola runt í okkara hamstarahjólum fyri at náa alt tað, vit hava sett okkum fyri, skrivað í kalendaran, í okkara ársætlan… Stressað hóma vit hvønn annan sum skuggar í gerandisdegnum, men hava bert so dánt tíð at heilsa upp á hvønn annan, meðan vit fylla benzin á bilin – skundisliga á veg til næsta projekt…

Týski samfelagsfrøðingurin Hartmut Rosa tosar um ferðøking og fremmandgerð sum eyðkenni við samfelagnum í dag. Undangongumaður hansara í "Frankfurter-skúlanum" - Axel Honneth - tosaði um aldarskiftið um viðurkenning sum eyðkenni við samfelagnum. Hesi hugtøk**: ferðøking, fremmandgerð og viðurkenning fylla nógv í okkara gerandisdegi. Vit vilja fram um alt røkja okkara dýrabæru karrierur, men eru støðugt í váða at gerast tóm hylki, har ímyndin av okkum sjálvum fyllir meiri enn okkara kjarnumenska. Vit verða fremmandgjørd gjøgnum okkara arbeiði, men troysta okkum við einum viðurkennandi brúsubaði av ”likes”, tá vit leggja okkurt avrik út á sosialu miðlarnar... 

Frankfurter-skúlin er tó eldri enn bæði Honneth og Rosa. Undangongumaðurin hjá teimum er navnframi Jürgen Habermas – framvegis virkin, tó 91 ára gamal. Hann er millum annað kendur fyri sítt ástøði um at "systemið" hertekur "lívsverðina".

Flest okkara stríða í dag okkara strev í "systemum" og hava í stóran mun mist sambandið við okkara lívsverð. Lívsverðin er trokað burtur til myrkar krókar í okkara lívi. Men hon spríkir fram viðhvørt, tá vit minst gruna tað.

 

Sum her á Varmakeldu:

Ein flógv kelda mitt í einum køldum umhvørvi. Varmakelda er ein siðvenja, har vit hava møguleika at steðga á og leska okkum við nærveru. Tíðin steðgar á, og vit kenna eitt tilknyti við farin ættarlið; kenna eitt samband aftur í siðbundna samfelagið, ið vit nú á døgum mest kenna frá niðurskrivaðum søgum og sagnum.

Mín barndómsbygd, mín leikalund,
tú dregur meg so vallað og rund.
Her forfedrar bygdu hús og høll
úr fjørustrond høgt niðan í fjøll.

Siðvenjurnar geva okkum nakað at vera felags um - høvi og møguleika at vera saman. Í modernaða samfelagnum hittast vit menniskju at kalla sum útboðs- og eftirspurningskurvur, ið taka hond í eini nyttujavnvág. Á Varmakeldu kunnu vit tó vera felags – bert fyri at vera felags. At vera felags er eitt virði, ið stendur í ógvusligari andsøgn við individuellu brúkaramentanina, har tín næstringur mest av øllum verður sæddur sum tilfeingi – har tú sjálvur ert miðdepilin í alheiminum. Alheimurin hevur tó sínar egnu ringræsur, ið eingi atlit taka til okkara uppblástu menniskjuligu sjálvsmyndir. 

Á Varmakeldu er enn ein ringrás endað, og enn eitt ár byrjar. Varmakeldan lá upprunaliga á Jóansøku, og hittust tá fólk úr ymiskum bygdum til summarfagnað, til dans og aðra skemtiliga samveru. Mong pør hava funnið hvørt annað á Varmakeldu, eins og keldan verður hildin at hava lekjandi eginleikar. Í dag verður Varmakeldustevna hildin á heilt annan hátt, men framvegis verða siðvenjur hildnar í hevd.

Summi halda tað vera keðiligt, at tað sama hendir ár eftir ár – men í grundini er tað júst øvugt: tað er gleðiligt at tað sama hendir ár eftir ár. ”Gleði-ligt” í tí týðningi, at vit hava nakað ítøkiligt at gleða okkum til. Vit gleða okkum til at hitta familju... gamlar vinir... kynda bál á Varmakeldu... og so framvegis.

At hava nakað til felags er púra avgerandi fyri okkum menniskju, og hetta virðið kann ikki keypast fyri pengar – tvørt ímóti. Tí er umráðandi, at vit geva okkum tíð til okkara siðvenjur. Til tess er avgerandi at hava fastar halgi- og merkidagar, har vit hava høvi at steðga á og síggja heimin á ein øðrvísi hátt.

Tað lættasta í verðini er at tjena nakrar eyka pengar við at niðurlaga halgidagar og merkidagar. Tað, ið umræður, er at finna eina hóskandi javnvág millum framburð og siðvenjur.

Frá fornari tíð fram til í dag
vit sungu hjartans leikandi lag.
Av mentan vit kvóðu gleðisgleim;
í húskjum vit bygdu barnaheim.

Tað hevði verið ein dáragerð at sloppið halgi- og merkidøgum til frama fyri bráðfeingis búskaparvøkstri. Vit koma framvegis at hava tørv á eini kenslu av felagsskapi, men noyðast tá at keypa okkum tímar á dýrum yogaholdum ella kanska skeið í ”mindfulness”. Hetta tí vit hava slept siðvenjunum, ið áður vóru andaligar oasur í lívsins endaleysu oyðimarkarferð. 

Framburður kann merkja meiri fyri minni. Løtuvinningur kann kosta dýrt í síðsta enda. Vit standa í kvøld ikki bert á einum siðsøguligum bletti; vit standa somuleiðis á einum sera natúrvøkrum bletti. Hyggið enn einaferð kring fjørðin. 

Frítt Fuglafjørður, heimamynd
- um ódnir leika harðar um tind -
tú málar fram bjart sinnisljós
og leiðir lívsins lagnum kós.

Vit eiga nógvar natúrperlur kring hendan fjørð, men ofta síggja vit tær ikki í øllum gerandisliga meldrinum. Eins og vit eiga at geva okkara siðaarvi ans, eiga vit at geva okkara natúrarvi ans. Gera vit ikki tað, er váði fyri, at vit gloyma hann – og at enda missa hann.

Góða Varmakeldu, øll somul!

 


Sámal Matras Kristiansen,
á Varmakeldu 4. juli 2020

 


* Brot úr sangi, eg framførdi í Mentanarhúsinum á heysti 2018, tá Fuglafjarðar kommuna fylti 100 ár.
** Uppskot til lesnað: Hartmut Rosa, Fremmedgørelse og acceleration, Hans Reitzels Forlag, 2014 (2013). Axel Honneth, Kamp om anerkendelse, Hans Reitzels Forlag, 2006 (1992).     

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað