Lýsing
Lýsing
Lýsing

FM 10 km verður í Runavík í morgin

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur  |  10.07.2020 - 14:00 Ítrottur Tíðindi

í morgin kl. 11.00 skipar Roysnið fyri FM í 10 km renning.

Kappingin plagar at verða hildin seinast í mars mánaða saman við Várkappingini og vera seinasta umfar í Betri Vetrarkappingini. Men orsakað av Korona, so blivu bæði Várkappingin og Vetrarkappingin avlýstar. Áður bleiv FM í 10 km annars hildið á Eystanstevnu um miðjan juni.

Nú tá tilmælini frá mynduleikunum eru broytt, so ber til at halda FM í 10 km. Kappingin verður leygardagin 11. juli kl. 11.00. Sjálvt um talan er um FM í 10 km, so er hetta er eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Fyri at luttaka á 10 km skal ein tó vera fødd/føddur í 2003 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF. Samstundis sum tey vaksnu renna 10 km, so renna gentir og dreingir 5 km (f. 2004-2008). Unglingar (f. 1999-2003), sum eisini luttaka í opna bólkinum, renna sjálvandi eisini um FM í 10 km.

Rennast skal – sum undanfarin ár, góð 9 umfør eftir teini runt í Runavík: út eftir høvuðsvegnum, oman á kei’ina stutt áðrenn rundkoyringinia, inn eftir niðara vegi, og niðan aftur á høvuðsvegin beint uttanfyri Shawarma har tað so verður vent úteftur aftur. Startur verður sum vanligt uttanfyri Kiosk Vár, og málið er við Sjómansheimið, nakað áðrenn har omansneiðingin er. Børnini byrja á niðara vegi, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu. Tey renna knappar 5 rundir. Talan er í báðum førum um DAF-góðkendar teinar.

Bólkar:
Í FM 10 km verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2003)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1965-1974)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.1955-1964)
– Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1954)Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 30,- fyri børn.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo). Leinka til tilmelding her her:  FM 10km 2020. Freistin at melda til online er í kvøld kl. 22.00. Avheinting av nummar og eftirtilmelding verður í kantinuni í Skúlanum við Løkin á kappingardegnum millum kl. 10.15 og 10.45.

Skiftimøguleikar eru í Bylgjuni og har verður eisini møguligt at fara í brús eftir renningina (somu skiftirúm sum til Nýggjárshálvmaraton). Eftir renningina bjóðar Roysnið til kaffi o.a. í kantinuni í Skúlanum við Løkin, og tá vera heiðursmerkir eisini handaðið fyri FM og steyp fyri samlaðu úrslitini í Betri Vetarkappingini.

Rebekka og Einar vunnu FM í fjør
Fremstu kvinnur í fjør vóru Rebekka Fuglø (40.25), Marita Andrasardóttir (41.08) og Ann-Mari av Skarði (44.10), meðen bert 22 sekund vóru frá fremsta til fjórða mann, sum vóru Einar Gregersen (37.20), Hanus í Horni Nielsen (37.21), Sam Vang (37.36) og Henry Olsen (37.42). Rebekka er tilmeldað og hevur møguleika at endurvinna FM-heitið, meðan Einar ikki luttekur. Yngir bróður hansara, Julian Gregersen, hevur víst góðan form í summar og er tí ein av favorittunum hjá monnunum.

Handan av Betri Vetrarkappingin 2019/20
Í vetrarkappingini máttu tvey umfør avlýsast. Fyrst var tað sætta umfar sum átti at verði 29. februar á Viðareiði, sum mátti útsetast vegna ódnarveður og tá tað so skuldi haldast 14. mars, var alt landið júst lukkað niðar av Korona, sum eisini gjørdi at áttanda umfar, Várkappingin og FM 10 km, sum skuldi haldast 21.mars blivu avlýst.

Men í morgin verður so handanin av samlaðu úrslitunum í Betri Vetrarkappingini avgreidd í samband við FM.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund