Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Hepnið fylgir vinnarunum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.07.2020 - 13:35 Ítrottur Tíðindi

Magnus Norðberg, venjari hjá KRF, greiðir frá, hvussu hepnir vinnararnir á Fípuni Føgru vóru í gjár.

Fípan Fagra vann róðurin hjá 5 mannaførum við dreingjum í gjár. Og tað gjørdi, at Fípan Fagra framvegis hevur møguleikan at vinna FM, tí hetta var aðru ferð í ár, at Fípan vinnur. Men tað kundi lættliga verið so óheppið, at Fípan Fagra hevði mist allar FM møguleikar í gjár. Tí í startinum eftir at startdómarin hevði skotið róðurin í gongd, so brotnaði ein ár hjá einum av rógvarunum á Fípuni Føgru. Og hóast vit hava einaferð sæð Nevið Reyða (2016) verið nær við at vunnið við einum manni færri vegna brotna ár, so hevði tað mest sannlíkt merkt, at Fípan Fagra hevði endað væl aftanfyri teir fremstu. Og tá kappingin við Heyk er so mikið hørð, har Heykur undan róðrinum í gjár var trý stig frammanfyri, so hevði FM helst verið farið. Men tað hepna hendi fyri Fípuna Føgru, at Teistin hekk fastur.

- Árin brotnaði í fyrra startinum og til alla lukku fyri Fípuna Føgru, so hekk Teistin fastur. Eydnan fylgir veruliga vinnarunum, sigur Magnus Norðberg, venjari hjá KRF, við einum smíli til Norðlýsið.

 


Mannagongdin í kappróðri er, at tað verður skotið av, um ein bátur hongur fastur, men tað verður ikki skotið av, um ein rógvari brýtur eina ár. Leggjast kann afturat, at árin sum Fípan Fagra lænti, var frá vinnarabátinum erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði.

 


Støðan í FM-kappingini er undan tveimum teimum síðstu stevnunum hendan:

1. Heykur 33 stig

2. Fípan Fagra 31 stig

2. Sævarmoy 24 stig

 

 

Myndir: KRF og Jan Herman Hansen/RSF

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð