Lýsing
Lýsing
Lýsing
Dávur Syderbø á Húsum frammanfyri campingvognin, sum hann og bróðurin Pætur hava keypt at fara í, tá tey gerast ov nógv fólk í húsi. Sjálvir vildu teir nógv heldur havt sítt egna. | Mynd: Kringvarpið

Brúka Bústaðir at steðga fráflyting

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.07.2020 - 18:45 Leiðarin Politikkur

Í upplýsandi tíðindarøð, sum Kringvarp Føroya skal eiga rós fyri, er sjóneykan sett á bústaðartrupulleikar í útjaðaranum í Føroyum, og higartil hevur verið vitjað í Skúgvi, Kallsoynni, Sandoynni og Suðuroynni. Allar fýra oyggjarnar hava stórar trupulleikar við fráflyting, og ein lutvís loysn uppá hetta er sjálvsagt tann upplagda við samferðsluni. Her er gongd í í løtuni. Ein onnur loysn er at betra um bústaðarmøguleikarnar.

Tað fløvaði uttan iva fleiri staðni í útjaðaranum, tá Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir kunngjørdi, at ætlanin er at geva Bústøðum heimild at læna 400 milliónir, harav í minsta lagi 100 milliónir verða markaðar til bústaðir í útjaðaranum. Spurningurin er bara, um 100 milliónir eru nokk. Eftir øllum at døma kunnu umleið 75 bústaðir spyrjast burturúr hesum, og hóast allur bati bøtir, eigur at verða farið longur enn so.

Leingi hevur tað verið ein stórur trupulleiki, at teir føroysku peningastovnarnir ikki vilja fíggja bústaðir í útjaðaranum. Hví so er, kunnu teir sjálvir svara fyri, men fyri útjaðaran er tað ikki umráðandi at vita hví. Bara tað, at tað ikki verður gjørt, er ringt í sær sjálvum, uttan mun til hvør orsøkin er. Fólk sum vilja búgva á bygd, sleppa ikki tað, og verða kanska noydd at flyta til stórplássini, har tað ikki stendur á at fáa fígging.

Her kunnu Bústaðir koma inn í myndina, annaðhvørt sum framhald av gamla Húsalánsgrunninum, sum var upprunin til Bústaðir, ella sum útleigari – ella bæði. Eitt nú kann man hugsa sær, at Bústaðir keypa tóm hús á bygd, sum vanlig fólk ikki fáa fígging at keypa, og selur tey aftur til tey fólkini uttan avkastskravið, sum bankarnir hava. Hetta er ikki kappingaravlagandi fyri peningastovnarnar, tá teir sjálvir ikki eru áhugaðir í at fíggja hesi húsini. Møguliga kundi ein treyt verið, at fólk vístu fram eitt skrivligt avslag frá bankanum, áðrenn tey fingu fígging frá Bústøðum í staðin.

Ein annar møguleiki er eisini, at Bústaðir keypir tóm hús í útjaðaranum og leigar tey út. Tann triði møguleikin, sum helst er tann, sum liggur í kortunum beint nú, er, at Bústaðir byggir nýtt úti á smáplássunum og leigar nýggjar íbúðir út. Tá tað kemur til góðsku, er hetta uttan iva tann besta loysnin, men tá tað kemur til prís, so er onnur av hinum loysnunum helst betra. Men tað nýtist ikki bert at vera ein leistur.

Higartil hevur Bústaðir bygt mest í Tórshavn, og sum skilst, er tað eisini komið væl við hjá teimum bústaðarsøkjandi har. Men Føroyar hava fleiri avbjóðingar. Bústaðarneyðin er ein trupulleiki, meðan fólkafráflyting helst er ein størri trupulleiki. Við at byggja í Tórshavn loysa Bústaðir bert annan av hesum trupulleikunum, meðan við at byggja, selja ella leiga út í útjaðaranum loysa Bústaðir báðar.

Hervið er ikki sagt, at onki skal byggjast afturat í Tórshavn, men nú mest er bygt har seinnu árini, eiga onnur tørn at fáa fremstu raðfesting. At fyribyrgja fráflyting kann vera høvuðsfokus hjá Bústøðum í nøkur ár, har dentur verður lagdur á at byggja fjølbroyttar bústaðarmøguleikar í útjaðaranum í Føroyum, meðan virksemið í Tórshavn verður skert nakað hesi árini, tó sjálvsagt uttan at blíva heilt burtur.

So hvørt útjaðarin minkar í fólkatali, gerast Føroyar sum samfelag tað fátækari. Við nýggja bústaðarpakkanum hjá Landsstýrinum er eitt gylt høvi at raka 2 flugur við sama smekki, nevniliga bæði at mótvirka fráflyting og at mótvirka bústaðarneyð. Tí er at vóna, at tá tær fyrstu 100 milliónirnar eru uppi, og minst 75 bústaðir afturat eru klárir at flyta inn í í útjaðaranum, verða fleiri milliónir funnar til sama endamál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar