Lýsing
Lýsing
Lýsing
Týsdagin 10. november skulu landsins 29 kommunustýri á veljarans vágskál.

Kommunuvalstríðið skotið í gongd

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.07.2020 - 11:51 Leiðarin Politikkur

Herfyri útskrivaði Landsstýrið val til tær 29 kommunurnar í Føroyum. Valið verður týsdagin tann 10. november, og í fleiri av kommununum er longu komin røringur í. Longu nú vita vit, at har fer at vera ein rímiliga stór útskifting í fleiri av teimum miðalstóru kommunum, meðan lagt er upp til ordiligar valgysarar í tveimum teimum størstu.

Vit skulu í øllum førum hava minst 5 nýggjar borgarstjórar. Fólkafloksmenninir Brandur Sandoy og Heðin Zachariassen stilla ikki upp í ávikavist Sands og Sunda kommunum,  og tjóðveldismenninir Jóhan Christiansen og Pauli Trond Petersen stilla ikki upp í Eysturkommunu og Vestmanna Kommunu. Og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu hevur boðað frá, at heldur ikki hann stillar uppaftur.

Í Klaksvíkar Kommunu er spenningurin næstan elektriskur, og fleiri spurningar hava reist seg. Eftir eitt søguliga vánaligt løgtingsval hjá Sjálvstýri, megnar borgarstjórin at halda tørn? Og hóast hann verður afturvaldur, fer tað so at muna nakað? Til løgtingsvalið í fjør fekk Fólkaflokkurin yvir 47% av atkvøðunum í Norðoyggjum, og 47,3% í Klaksvík. Hvørki av tølunum er fyri Klaksvíkar Kommunu, men tendensurin er greiður. Møguliga kann Fólkaflokkurin fáa reinan meiriluta og harvið koppa borgarstjóranum uttan hjálp frá nøkrum øðrum flokki.

Her kann nevnast, at hóast ein flokkur ikki fær reinan meiriluta í atkvøðum, kann hann kortini fáa meiriluta í umboðum, tí valskipanin til kommunuval er øðrvísi enn til løgtings- og fólkatingsval. Til kommunuval verður d’Hondt-valskipanin brúkt, sum er kend fyri at geva stórum flokkum ein fyrimun.

Eisini er spenningur um Tjóðveldi í Klaksvík. Pílarnir hjá flokkinum peika beint niðureftir til bæði løgtingsval og fólkatingsval. Um aldarskiftið lá Tjóðveldi um ein fjórðing av atkvøðunum í Klaksvík til øll trý valini – kommunuval, løgtingsval og fólkatingsval. Síðani er gingið støðugt niðureftir og til bæði fólkatingsvalið og løgtingsvalið í fjør rakk flokkurin ikki upp á 10% í Klaksvík. Her verður spennandi, um flokkurin megnar at venda gongdini til kommunuvalið, ella um eisini tað úrslitið staðfestir ringu gongdina hjá Lista E í Klaksvík.

Sum Norðlýsið skilir, so er als ikki vist, at verandi umboð hjá Tjóðveldi, fyrrverandi borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen, stillar upp aftur, og kann hetta vísa seg at vera avgerandi fyri, um flokkurin fær umboðan. Steinbjørn fyllir 72 ár áðrenn kommunuvalið.

Hyggja vit so at høvuðsstaðarkommununi, so er stórur spenningur um, hvørt Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráði við Heðini Mortensen á odda fer at gera bart, ella um sitandi borgarstjórin, Annika Olsen, megnar at konsolidera seg. Skal metast út frá løgtings- og fólkatingsvalunum í 2019, er borgarstjórin í fríum falli, men vit mugu eisini hugsa um, at fólk ganga eftir øðrum eginleikum til kommunuval. Spenningurin í Havn er sostatt um vit fáa eitt “Return of the King” eftir tað famøsa “Kongamorðið” í 2016.

Árið í fjør bjóðaði uppá útskifting bæði á Christiansborg, á Løgtingi og í Tinganesi. Og longu nú er greitt, at vit eisini fara at fáa stóra útskifting á kommunuvalinum, í øllum føri ta frívilligu, har borgarstjórar ikki stilla upp aftur. Lagt er upp til dramatikk til tað seinasta í størstu og næststørstu kommununi, har útskiftingin, um hon verður, ikki verður sjálvboðin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni