Lýsing
Lýsing
Lýsing

Faroe Dive vísti fram nýggjan trýst og viðgerðartanga

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  17.07.2020 - 14:48 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Kavaraskúlin, Faroe Dive, sum Janus Joensen er stjóri og eigari av, gjørdi í gjárkvøldið eina demoroyd av eini viðgerð, fyri Norðlýsinum og fólkum frá Heilsuverkinum í hølunum hjá Faroe Dive við Vágsheygjargøtu 38.

Janus Joensen, stjóri sigur, at Faroe Dive fyrst og fremst hevur ogna sær hendan tangan til at tryggja næmingar skúlans ímeðan teir eru undir útbúgvbing. Skúlin í Klaksvík er norðasti vinnukavaraskúli í heiminum og undirvísir vinnukavarar í grundskeiði, tað við siga teir, ið kava við fløsku. Harafturat eru tvey skeið fyri vinnukavarar, ið arbeiða við slangu niður á 30 metrar og niður á 50 metrar. Slangukavarar eru teir, ið fáa luft frá omanfyri vatnskorpuna.

Men hesin trýst tangin kann eisini brúkast til viðgerðir av sjúklingum, sigur Janus Joensen víðari. Har eg havi verið, ymsastaðni í Noregi og í Danmark, havi eg upplivað at sjúklingar hava vingið viðgerð í slíkum trýst tangum við góðum úrslitið. Eg eri eisini vitandi um, at føroyingar hava verið sendir av landinum til slíka viðgerð. Tað at eg havi ogna mær ein slíkan ger, at nú átti tað ikki at verið neyðugt at sent sjúklingar av landinum til slíka viðgerð.

Teir sjúklingar sum fyrst og fremst kunnu fáa gott av eini viðgerð her hjá okkum, er fólk sum hava sár, tað verið seg útvortis ella innvortis, eitt nú eftir stráluviðgerðir fyri krabbamein. Tað er nevniliga so at viðgerðin í slíkum tangum fær likamið at grøðast nógv skjótari aftur. Súrevnið er anticeptiskt og tí er ein viðgerð her góð um tú hevur bruna í kroppinum, súrevnið fær brunan at lekjast nógv skjótari.

Royndin í trýst tanganum var gjørd við tveimum monnum í tanganum, sum vóru settir undir eitt trýst í svaraði til 14 metrar dýpi, har teir vóru “niðri” í í 90 minuttir. Fyri okkum, sum sótu uttanfyri, sóu teir báðir út til at hava tað ógvuliga gott, tá lúkan endiliga fór upp aftur og teir kundu koma út aftur í vanliga umhvørvið.

Hetta er fyrsta ferð at ein slík royndarviðgerð er gjørd í Føroyum, sigur Janus Joensen, stjóri á Faroe Dive at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…