Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endurnýttu eldri stálalibrúk

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  17.07.2020 - 15:09 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Rógvi Jacobsen, stjóri á smoltstøðini hjá Bakkafrost á Strond, fegnaðist í dag um at alibáturin Hans á Bakka kundi koma at á Strond í dag eftir vatni, sum skipið skuldi brúka til avlúsingararbeiði.

Rógvi Jacobsen sigur, at tað er Mekanor, við Kjartan Hansen, ið hevur staði fyri arbeiðinum at endurnýta eina eldri stálalirammu til atløgubryggju á Strond. Vit hava fyri neyðini, at skipini, ið skuldu taka smolt umborð frá okkum á smoltstøðini, so ómakaleyst sleppa so nær okkara kørum, sum gjørligt. Tað er alneyðugt at fiskurin ikki verður stressaður ov nógv, tí hava vit valt at gjørt hesa fyribils atløgubryggjuna burturúr einum eldri alibrúki, ið ikki verður brúkt til aling longur.

Arbeiðið hevur heppnast sera væl og í dag kundi so Hans á Bakka koma at her at fáa vatn umborð til avlúsingararbeiði, sum skipið skal fáast við. Hóast vindurin var nógvur í dag, og onkrar smá justeringar eru, sum vit skulu gera, so gekk bara heilt væl, sigur Rógvi Jacobsen, stjóri á heimsins størstu smoltstøð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…