Lýsing
Lýsing
Sera ótespiligt sá tað út, og vanlukka kundi lættliga staðist av, tá eldur kom í ein bil inni í Árnafjarðartunlinum týskvøldið 14. juni. | Mynd: Kringvarpið

Nú má festast í dynamittið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.07.2020 - 16:14 Leiðarin

Lukkutíð stóðst ongin vanlukka av tí, tá eldur kom í ein bil í Árnafjarðartunlinum týskvøldið 14. juli. Men kortini fóru tíðindini sum ein skelkur ígjøgnum alt tað føroyska samfelagið, og á sosialu miðlunum sást ein samfeld semja um, at tunlarnir Norður um Fjall mugu gerast sum skjótast og at trygdin má raðfestast nógv fremri enn í dag. Og eftir sjokkið kann ongin longur ivast í, at nú vendist ikki aftur í málunum um tunlar Norður um Fjall.

Kanska tað var lagnunnar speisemi, at hetta hendi sama dag, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sendi tunnilsverkætlanina til undangóðkenningar. Eftir ætlan skal arbeiðið bjóðast út í september í ár, og tað var ein optimistiskur Jørgen Niclasen, sum segði, at møguliga fór fyrsta skotið at verða latið av seinni í ár.

Sum øllum kunnugt forðaði Corona-sóttin fíggjarkørmunum í at verða lagdir fram tann fyrsta apríl, sum teir áttu. Í staðin mugu vit nú bíða til seinast í september, tá fíggjarlógin verður løgd fram, at síggja fíggjarliga rásarúmið, sum tunlarnir fáa komandi árini. Tað er greitt, at tær 15 milliónirnar, sum tunlarnir fingu í ár, ikki røkka langt, og tí er spenningur um, hvussu stór upphæddin verður á fíggjarlógini 2021.

Tað má standa øllum greitt, at nú vendist ikki aftur. Vit sluppu við skrekkinum hesa ferð, og latum okkum tí taka tað sum eitt endaligt “wake up-call”. Tunlarnir kunnu ómøguligt bíða longur; teir hava longu bíðað ov leingi. Blíva vit við at lata standa til, kann munandi álvarsamari vanlukka standast av.

Hvørt linjuføringin skal vera til Ánirnar ella Gerðabø eru tað deildar meiningar um, men vit mugu ikki lata tær deildu meiningarnar seinka verkætlanini. Vit mugu fáa ta loysnina, sum gevur fólkinum Eystan Múla eina munandi tryggari farleið skjótast gjørligt, og so má tann parturin, sum ikki fekk sín vilja, læra at liva við niðurstøðuni, sum tað endar við. Og tann niðurstøðan má gerast skjótt.

Politiskt hevur málið bíðað ov leingi. Vit skulu nokkso langt aftur fyri at finna eina samgongu, sum hevur sitið í tvey fylgjandi valskeið, og tað í sær sjálvum sigur, at fólkið er ónøgt. Sjálvandi spæla mong onnur mál inn enn bert hesir tunlarnir, men kaga vit í valúrslitini fyri Fossanes seinastu trý valini, so síggja vit, at á hvørjum vali atkvøða íbúgvarnir í Hvannasundi, Norðdepli, Norðtoftum og Depli ímóti tí sitandi stjórnini. Tað er greitt, at tey vilja gera sína ónøgd galdandi.

Sitandi Landsstýri hevur eina stóra ábyrgd, men hon er ikki ógjørlig at lyfta. Við einum teprum meiriluta uppá eitt umboð kann sitandi samgonga ikki loyva sær at missa nógvar hundrað atkvøður, og tað er rættiliga vist, at um tunlarnir Norður um Fjall verða útsettir longur, so fellir samgongan til næsta val. Og hesa skriftina á vegginum bendir nógv nú á, at samgonguleiðararnir hava sæð. Tí nú tykist gongd vera komin á.

At fólkið Eystan Múla tó ikki torir at skjóta fýrverkið upp enn, er serstakliga skilligt. Í meira enn ein mansaldur hava tey fingið lovað nýggjar og tíðarhóskandi tunlar, og enn er onki hent. Skiftandi stjórnir hava í orðum sýnt teimum stóra vælvild, í gerðum onga. At undangóðkenningin nú er farið av bakkastokki er eitt gott tekin, men har verður ongin fagnaður í Norðoyggjum, fyrrenn fyrsta skotið verður latið av.

Vekingarkallið ljóðaði týskvøldið, og tað var so mikið álvarsamt, at ongin politikari longur kann loyva sær at trýsta á “Snooze”. Nokk er sovið, nú skal spreingjast!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…