Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ikki gjøgnumskygt, hvørjir brúkarar fáa gagn av, at Leið 500 ikki byrjar at koyra fyrrenn 8:25 úr Klaksvík og 9:00 av Viðareiði.

Vánaligt busssamband í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.07.2020 - 21:25 Leiðarin Politikkur Vinna

Tað er fallið fleiri fólkum fyri bróstið, at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum til økið Eystan Múla passar hvørki skúlanæmingum ella verkafólki. Tí er stóri spurningurin, hvønn ferðaætlanin í heila tikið er gjørd til, tí eftir øllum at døma eru fá og ongi fólk, sum taka bussin norðureftir kl. 8:25 ella kunnu loyva sær at bíða við at fara av Viðareiði klokkan 9, tá fyrsti túrur fer haðani.

Á sosiala miðlinum Facebook finst ein borgari í Hvannasundi at SSL, tí í ferðaætlanini hjá teimum stendur fyrsti túrur at fara av Viðareiði klokkan 9 fyrrapart, og tað er sjálvsagt ómøguligt hjá skúlanæmingum, sum vanliga byrja kl. 8, og hjá arbeiðandi fólkinum, hvat antin tey byrja kl. 8 ella 9, at gera gagn av. Og líka ringt er tað hin vegin, skilst, tí tá koyrir SSL kl. 15:50, tíggju minuttir áðrenn loknan arbeiðsdag hjá teimum, ið eru liðug kl. 16, og so ikki aftur fyrrenn kl. 18:10. Ilt er at síggja, hvørjum man vil gagna við tílíkari ferðaætlan.

Ein miðnámsskúlalærarari, ið starvast á Miðnámi á Kambsdali, vísir á, at næmingar úr Norðoyggjum, Klaksvík undantikin, ofta bíða í fleiri tímar á skúlanum, tí tey ikki sleppa aftur til økið Eystan Múla fyrrenn um kvøldið, eisini tí at ferðaætlanin hóskar so illa til skúladagin.

Av viðmerkingunum til tað, borgarin førir fram, framgongur, at Bygdaleiðir siga seg hava spurt seg fyri hjá staðkønum, áðrenn teir løgdu ferðaætlanina, men ongin veit, hvørji hesi staðkønu eru, sum SSL skal hava tosað við. Í øllum førum tykjast tey ikki at hava tikið fyrilit fyri teimum mongu, sum skulu í skúla hvønn morgun kl. 8, ella fólki við vanligum arbeiðstíðum so sum kl. 8-16 ella kl. 9-17.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur