Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klárt at seta hol á stýriborðssíðu á Norðborg

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  19.07.2020 - 16:37 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað krevur ógvusliga nógv arbeiði at skifta blokkin á motorinum á einum skipi sum Norðborg. Jón Rasmussen, skipari á Norðborg sigur, at teir hava valt at lata arbeiðið upp í hendurnar á KSS í Klaksvík og Mest í Havn at gera stóra arbeiðið. 

KSS stendur fyri allari avmongeringini av gamla motorinum og at monterað alt tilhoyrið á nýggja blokkin. MEST hinvegin, skal taka sær av at taka blokkin úr maskinrúminum, fram ígjøgnum undirlastina, upp í yvirlastina,  og so tætt upp undir dyrkið, sum til ber og síðani at flyta blokkin eftir H skinnarum av skipinum og í land.

Jón Rasmussen, skipari, ið á myndini omanfyri stendur og hyggur eftir arbeiðinum, har klárt er at skera hol á síðuna á Norðborg, sigur at orsakað av at dekkið í yvirlastini er nakað lægri enn kaikanturin, so verður neyðugt at flyta skipið nakað frá keiini og síðani at leggja skipið nakað á liðuna. Hetta kann gerast við at pumpa vatn ella olju yvir í bakborð.

Eg rokni við, sigur hann víðari, at arbeiði at flyta motorin byrjar í morgin mánadagin. Nýggi blokkurin kemur eftir ætlan til Føroya 31. juli, tað er Blue Water, ið stendur fyri flutninginum, tá blokkurin er her skal hol verða á síðuni á Norðborg, soleiðis at hann kann setast upp á pláss, Hann fer sjálvandi sama veg í maskinrúmið, sum defekti blokkurin fór út. Blokkurin vigar um 25 tons og er av slagnum Bergen Dielsen. Hesin er autentiskur við gamla blokkin og er góðar 8000 HK til støddar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona