Lýsing
Lýsing
Lýsing

Amalia, systkinabarnið, farin

SKRIVAÐ: Elisabeth Joensen (Betta)  |  19.07.2020 - 23:04 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

f. 9. november 1944    d. 3. juli 2020

 

Sum barn sá eg upp til tey stóru,

sum eldri enn eg vóru.

Amalia var ein – fitt var hon,

yndislig og von.

 

Í ungum døgum á háskúla gekk,

lærdi mangt, snøgt handarbeiði frá hondum fekk.

Arbeiddi í turkarínum og vaskarínum

og seinni í handli í býnum.

Ein maka sær fann,

tú sást neyvan vakrari mann.

 

Karl Frits var høgur og hábærsligur,

fryntligur og dugnaligur.

Fleiri mundu hann í timburhandli hitta,

fyrikomandi við brosi fitta.

 

Tætt við hjá okkum tey bygdu á bøi fríða.

Karl Frits dugdi væl at smíða.

Børnini komu – trý í tal.

Amalia ansaði børnunum væl.

Barnagenta var eg av og á,

mær dámdi at trilla børnini smá.

 

Børnini vuksu, Karl Frits stóð handan handilsdisk.

Amalia fór út at arbeiða fisk.

Ommu- og abbabørn fingu sjey,

omma og abbi elskaðu tey.

I bindiklubba nakrar komu saman

og høvdu ríkar løtur í álvara og gaman.

Góðar túrar vit báðar á Oyravegnum gingu,

mangt hugnaligt prát vit tá fingu.

 

Amalia var tolin, vinsæl og blíð,

fór ikki upp at garta nakrantíð,

hugnalig at práta við,

altíð við tí góða og siðilig.

Stuttlig kundi hon vera

og beinraknar viðmerkingar gera.

Í atferð pápa sínum lík hon var.

Hennara fríska látur hoyri eg fyri mær.

 

Amalia gjørdist sjúk, noyddist av landinum fara,

Karl Frits fór við, hjálpti ígjøgnum viðgerð harða.

Amalia var takksom, tá eg bræv skrivað hevði,

tað var stuttligt og lívgandi, fyri mær hon segði.

 

Tíbetur gjørdist hon frísk og livdi væl.

So gingu fleiri ár í tal.

Best sum alt væl út sá,

rakti sjúka Karl Frits, og hann fall frá.

Sjúkan hjá Amaliu fór aftur at kykna.

Tíðin fór, vit sóu hana vikna.

 

Nú ert tú farin, góða Amalia, men ei vit teg gloyma.

Takk fyri góðar løtur. Vit minnini goyma.

Friðarskapandi menniskja tú var,

hvíldardámur var yvir tær.

 

Ljóst er, vit hoyra lættan fuglasong,

og sóljur prýða bø og ong.

Kvøldini still, og sjógvurin slættur,

í koparloga fjallatindur fattur.

Soleiðis var tú - friðsom og fín,

eg síggi enn upp til tín.

Takk, at tú spreiddi gleði og hita.

Harrin troysti tykkum, ið eftir sita.

 

Ærað verði minnið um Amaliu, systkinabarnið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…