Lýsing
Lýsing

Hví ikki byrja nú

SKRIVAÐ: Gunvá við Keldu, Býráðslimur fyri Fólkaflokkin  |  21.07.2020 - 16:18 Politikkur Tíðindaskriv

Gott at síggja, at Norlýsið endiliga, við trýsti frá borgarum, hevur valt at seta sjóneykuna á vanliga viðlíkahaldsarbeiði og liðugtgerð í kommununi, eftir at virknir borgarar hava tikið stig til Facebook síðuna “Klaksvík – Rís og rós”, og nú eisini átakið “Nokk grivið – gerið liðugt”

Jóhann Lützen skrivar: Nú stundar til kommunuval og tað, sum býráðið einamest treingir til eru árvaknar býráðslimir, sum hava fingurin á pulsinum og lurta eftir trupulleikunum hjá borgarunum. Ein afturvendandi forðing fyri at loysa trupulleikar er sjálvandi tvørrandi fígging, men fleiri trupulleikar eru eisini, sum kunnu loysast púra ókeypis, til dømis viðvíkjandi parkering, og fyri lítið og lætt, at tryggja skateboard-rampuna. Í hesum førunum skal næstan bara vilji til.

Hví bíða til eftir kommunuvalið. Nýtt býráð tekur ikki við fyrrenn 1. januar 2021. 2020 er júst hálvrunnið, tí eiga vit ongantíð ov skjótt bøta um nøkur av hesum átroðkandi málum, ið nevnd verða í greinini.

Havi ferð eftir ferð gjørt vart við, hvussu lítlan part viðlíkahald og liðugtgerð hevur fingið av inntøkuvøkstrinum hjá kommununi seinastu 8 árini. Eisini havi eg, og vit í minnilutanum, víst á, hvussu vantandi planlegging og stýring av stóru verkætlanum, hevur tikið bæði tíð, fólk og fígging frá hesum arbeiði.

Í strembanini eftir stórum verkætlanum hevur býráðsleiðslan niðurraðfest vanligt viðlíkahald og liðugtgerð. Stórar verkætlanir eru neyðugar fyri menningina av kommununi, men samstundis sum nýggj átøk verða gjørd, er allatíðina umráðandi at fígging verður avsett til at halda viðlíka. Allar nýggjar verkætlanir hava rakstur við sær, tí er so umráðandi at fígging til henda partin fylgir við, so hvørt sum inntøkurnar økjast og nýggjar verkætlanir verða framdar.

Býráðspolitikarar hava ábyrgdina av at játta peningin, men tað er býráðsleiðslan, borgarstjórin saman við forkvinnum og -monnum, ið eigur at hava “fingurin á pulsinum”. Býráðsleiðslan hevur fulla ábyrgd av at fáa málini ígjøgnum skipanina, so borgararnir, sum vit umboða, kenna seg hoyrdar. Hetta hava vit í minnilutanum roynt at gjørt vart við, og vænta, nú Norðlýsið er komið inn í dystin, at okkurt fer at henda heilt skjótt. Jú fleiri vit eru, ið síggja hesar avbjóðingar, jú betri.

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin