Lýsing
Lýsing

Fyrsta holið sett á Norðborg

SKRIVAÐ: Dávur Winther Myndir: Dávur Winther  |  21.07.2020 - 23:45 Myndarøð Vinna

Í kvøld vóru eini átta mans frá Mest í maskinrúminum og lastini frammanfyri maskinrúmið umborð á Norðborg.

Teir hava skorið hol í millum maskinrúmið og lastina og millum ovaru og niðaru lastina. Eisini er eitt “lítið” hol skorið í skrokkin út gjøgnum síðuna væl omanfyri vatngangin. Hetta er í fyrstu syftu eitt “arbeiðshol” har teir hava drigið stórar jarndragarar inn í gjøgnum síðuna og síðani bygt stórar berandi stálkonstruktiónir.

Teir hava eisini gjørt eina jarnbreyt, sum blokkurin verður drigin eftir frá maskinrúminum og væl fram í lastina. Hagani verður blokkurin so lyftur upp í ovaru lastinum umvegis ein sveran gálga, teir hava gjørt í erva til endamálið.

Tá ið blokkurin, sum vigar um 25 tons, er komin upp í yvirlastina, verður størri hol sett á síðuna. Men hetta verður ikki fyrr enn nakað samstundis sum “nýggi” blokkurin er komin, helst fyrst í komandi viku.

Motorurin er av slagnum Bergen Dielsen og er góðar 8000 HK til støddar.

Jú, hetta er ein spennandi og rúgvusmikið verkætlan hjá mongum maskinmanni, men sjálvandi ikki hjá reiðarínum, sum má leggja rygg til langa bíðitíð og mista veiðu.

Eg spurdi ein av monnunum hjá Mest hvussu gekk. Hann lat væl at, men legði afturat: “Big job”!

Tað liggja fleiri tjúkkar vatnslangur niður í lastina og maskinrúmið, har menninir arbeiða, tí her verður nógv sveisað og eisini skorið við ilt og gass. So skuldi óheldið verið úti, eru slangur tøkar í stundini.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin