Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom á tannáringagøtu í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.07.2020 - 13:17 Mentan Tíðindi

Undir heitinum „Forvitin?” verður í døgunum 4. til 8. august skipað fyri legu fyri tannáringar í Betesda og í Biskupstorgi í Klaksvík. Tannáringagøtan, ella TeenStreet, er ætlað øllum tannáringum í Norðoyggjum, sum eru føddir í 2003 til 2007.

So, ert tú ein av hesum tannáringum, ert tú hjartaliga vælkomin at melda teg til á betesda.fo/teenstreet í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli. Bjóða eisini vinum við.

TeenStreet er afturvendandi tiltak fyri tannáringar, sum altjóða kristni felagsskapurin OM – Operation Mobilisation – skipar fyri. Endamálið hjá OM er at síggja sprelllivandi samfeløg av Jesu eftirfylgjarum millum tey minst náddu.

Við tiltakinum TeenStreet ynskir OM at brynja tannáringar til eitt gevandi lív í missión heima ella úti, at styrkja tey í trúnni og menna teirra vinalag við Jesus, so tey betur endurspegla hann í  gerandisdegnum.

Tí bjóðar TeenStreet hvørt ár tannáringum til Týsklands, har seinastu árini eini 4.000 ung úr Føroyum og øðrum londum hava luttikið.

Umstøðurnar í ár gera tó, at fyriskipararnir mugu hugsa nýtt. Tí verður legan fyri okkum skipað í Føroyum av 22 samkomum á 10 ymiskum støðum kring landið, har Betesda bjóðar tannáringum í Norðoyggjum vælkomnum.

Skráin fyri dagarnar er pakkað við ymiskum virksemi so sum RAG – stuðulsrenning at stuðla øðrum ungum, fjallatúri, stuttleika á Vágni, listastovu, seminar, verkstovu, hyssj-løtu, bíbliulæru, undirvísing á netinum, ítróttakapping, túnatosi, bókasølu, lovsangi og bønarúmi.

Fyrsta dagin verða tannáringarnir skipaðir í lið við 5 til 7 gentum ella dreingjum, sum hava liðleiðara. Hesin er vaksin og verður vinur teirra á leguni. Saman fara tey til ymisku tiltøkini m.a. í og kring Betesda, møguliga á fjallatúr og virksemi á ítróttaøkinum.  

Byrjað verður hvønn morgun kl. 9 við morgunmati, og dagurin endar um 22.30 tíðina, tá ið øll fara heim at sova.

Við vón um góða undirtøku ynskja vit saman at vera forvitin og spurin um okkara trúgv og at vera áhaldandi í at fylgja Jesusi.

So, ert tú tannáringur í Norðoyggjum og fødd(ur) í 2003, 2004, 2005, 2006 ella í 2007, ert tú hjartaliga vælkomin á Tannáringagøtuna í Betesda.

Tilmelding og kunning á www.betesda.fo/teenstreet/
Tilmelding sum hjálparfólk á www.betesda.fo/tilmelding-hjalparfolk/
Les meira um OM Føroyar á www.om.fo
Spurningar um TeenStreet í Betesda verða settir Guðruni Elttør tlf. 757403

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…