Lýsing
Lýsing
Lýsing

Liverpool heiðrað í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.07.2020 - 15:36 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Blususøla, spurnarkapping, minigolf til børn og fýrverkarí eru bert partar av rimmar tiltaki, nú Liverpool FC fær handað Premier League steypið á Anfield seinni í kvøld

Stórt Liverpool tiltak verður á Klaksvíksvegi 72, tað er har Garpar halda til og tað byrjar kl 16.00. Liverpool spælir sín næstseinasta dyst í ár á Anfield í kvøld kl. 20.15. Í hesum sambandi fáa teir steypin og tað verður markerað í Klaksvík. Jan Joensen er trúgvur Liverpool fjeppari og hann fegnast óført í hesum døgum. 

Vit vildu skapa eitt gott felagsupplivilsi og tískil eru vit farnir undir hetta. 120 fólk hava teknað seg so vit fáa eitt super Liverpool kvøld. Her verður góður matur og drekk til tey vaksnu, pizza til børnini, sum eisini kunnu royna seg í minigolf og øðrum, sigur Jan Joensen. 

Vit hava fingið Jákup Ósá at standa á odda fyri eini serligari Liverpool spurnarkapping, tað gleða vit okkum til og vit hava eisini blususølu í samband við dystin. Bárður á Lakjuni fer at syngja og spæla og at enda verður fýrverkarí á skránni, sum tað hóskar seg, upplýsir Jan. 

Eg vil gjarna senda eina heilsu til allar United fjepparar og takka fyri eitt gott kappingarár, sigur Jan Joensen brosandi við Norðlýsið at enda. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik