Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á Fiskastykkinum norðuri á Stongunum er aftur lív

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.07.2020 - 11:10 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Mangur norðoyingur hevur slitið sínar arbeiðsskógvar á fiskastykkinum norðuri á Stongunum. Í 1900 talinum vóru mongu fiskastykkini karmur um tey heilt stóru arbeiðsplássini, ið vit høvdu her í Klaksvík; Ung sum gomul, menn, kvinnur og børn, gjørdu eitt rúgvismikið og týðandi arbeiði, soleiðis at klippfiskurin áhaldandi kundi seljast av landinum, og munnar mettast her heima. Arbeiðið við fiski átti lívið í okkum, og stóran part av tjúgundi øld, var hvønn dag lív á fiskastykkjunum. Nú eina øld seinni, er aftur lív í á tí einasta fiskastykkinum vit hava varðveitt her í býnum. Norðlýsið var og fregnaðist.

Undurritaði kemur gangandi niðan gjøgnum syðru trappurnar, og inn á fiskastykkið. Tað er langt síðani seinast, at eg reint faktisk havi staðið á sjálvum fiskastykkinum. Hettar er ikki eitt stað, sum tú ferðast á bara soleiðis til dagligt. Í hvussu so er ikki longur, hóast eg eri uppvaksin bert eitt steinkast herfrá. Standmyndin hjá Archiebald Black “Fiskamenn” minnir okkum tó á, at fiskastykkið norðuri á Stongunum, ikki altíð bert hevur verið til prýðis. Komin longur inn á stykkið, síggi eg ungdómar, sum eru til arbeiðis - tey prýða, men við einum serligum endamáli. Tey hava fingið til uppgávu, at fortelja søguna um fiskastykkið -í gjøgnum list.

Fiskastykkið á Stongunum er sostatt, um enn prýðiligt, aftur eitt arbeiðspláss. Tað er Ung í arbeiði (UÍA), sum saman við Íverksetarahúsinum (ÍVH) í ár skipaði soleiðis fyri at, arbeiði aftur varð á hesum søguliga stað, sum hevur havt so stóran týdning fyri býin sum vit kenna hann í dag. Hettar samstarvið ímillum UÍA og ÍVH, er ein náttúrlig avleiðing av, at Ung í arbeiði í 2019 flutti sítt dagliga virksemi niðan í Íverksetarahúsið - gamla skrivstovubygningin hjá Kjølbro.

“Her er ordiliga deiligt, tí tað spruttar av lívi inni í húsinum, har sum íverksetar til dagligt hava sítt virksemi, og hugskotini flúgva um oyrini.”, sigurigur Durita Samuelsen, samskipari hjá Ung í arbeiði. “Undir einum práti í køkinum, nevndi Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetarahúsinum, at tey leitaðu eftir einum møguleika at varpa ljós á alt hettar økið sum heild. Og so kom korona, og tað lat upp fyri møguleikanum, í felag at seta á stovn Ung í listarligum arbeiði”.

Blaðstjórin hevur nú fingið ein kopp av kjøtsúpan í hondina og væl smakkaði. Tey ungu hava hendan dagin fingið vitjan av Beintu Klakstein, forkvinnu í trivnaðarnevndini, sum hevur súpan við. “Fríða kaffihús ynskti at bjóða teimum ungu okkurt gott til matna afturfyri at tey eru so røsk” sigur Beinta. “Og so vildi eg eisini sleppa at vitja tey, tí eg haldi at tað er simpulten so stuttligt, at tey ungu hava fingið hettar burturúr sum tey hava. Hettar listaverkið er ikki bert ein áminning um okkara fortíð, men við teimum ungu fáa vit eisini eina sjóneyku á nútíðina og ikki minst framtíðina. Hygg hvussu ymiskleikin kemur fram!”, sigur Beinta. 

Og ymiskleikin er nakað, sum arbeiðsleiðarin hjá teimum ungu, Katrina Rógvadóttir, fegnast um: “Eg hevði ikki sjálv sæð fyri mær áðrenn vit byrjaðu at mála, at akkurát hettar fór at verða úrslitið. Tað kann væl vera at tað eri eg sum eigi visjónina, men eg havi lagt meg eftir at eggja teimum ungu at fylgja sínum egnu sporum, tá ið tey skuldu í gongd við at endurfortelja søguna um fiskastykkið her norðuri á Stongunum. Og tað haldi eg at tey hava megnað ótrúliga væl” sigur Katrina.

At endans fái eg orðið á tvey av teimum 9 ungu, sum eru til arbeiðis við Ung í listarligum arbeiði. Eg spyrji Emiliu Rasmussen hvat hon hevur fingið burtur úr hesari tíðini til arbeiðis, og um hon heldur at hettar skal verða ein afturvendandi arbeiðsmøguleiki: “Ja tað haldi eg, tí eg havi lært nógv um Klaksvíkina og søgu og mentan, ímeðan vit hava arbeitt her. Og so havi eg til dømis lært hvussu ringt tað er at hyggja eftir einari gamlari mynd, og so mála hana uppá ein betongvegg, so at tað sær pent út.” Sigur Emilia. “Eg havi eisini lært nógv um menniskju. Tá ið eg hyggi eftir hesum málninginum, so blívur tað týðiligt hvussu ymisk vit eru, sjálvt um vit øll búgva her og so ikki eru so ymisk allíkavæl”. Martin Vang Vilhelm leggur afturat: “Øll fólkini her á vegginum, hava eina persónliga søgu”.

Ja soleiðis er. Vit hava øll eina søgu at fortelja. Tó fái eg ikki allar søgurnar um fólkini serveraðar, tí tað er meiningin at vit skulu skapa okkara egnu søgur, tá ið vit framyvir hyggja niðan á fiskastykkið. Soleiðis er list!

Og gaman í. Hyggur tú nóg leingi eftir øllum hesum fólkunum, sum nú rúgva upp á fiskastykkinum á Stongunum, so heldur tú teg heilt víst kenna onkran aftur: “Á ja, hattar er hasin hjá henni sjálvari har norðuri!” Ella: “Hasa eigur heilt sikkurt hin hjá hasari har uppi”. Og: “Er hattar Jógvan Skorheim eg síggi har í føroyskum búna?” So sjálvt um persónligu søgurnar hjá hesum fólkunum, óivað eru ymiskar, so er tað nú sum áður, eitt ið bindur tey øll saman. Og tað er fiskurin -umboðað við fiskaskræðuni sum breiður seg út har í bakgrundini, við ymiskum norðoyingum fremst í myndini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark