Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein ógloymandi túrur við Draganum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.07.2020 - 15:34 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðoya Kunningarstova stendur fyri útferðum á Kalsvík við Draganum hvønn týsdag. Norðlýsið var við á einum slíkum túri seinasta týsdag.

Sum myndirnar sýna, so er hetta ein sera náttúru vakur túrur, sum byrjar á Klaksvík. Fyrst verður siglt norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð, fram við Kunoynni, síðani yvir ímóti Kallinum, innanfyri Kalsfles, tá til ber fyri veðri og síðani á Kalsvík.

Sera hugaligt var at síggja allan fuglin á Kalsvík. Skiparin á Draganum, Kári Millum Garðarnar greiddi frá, at hann hevur ikki sæð so nógvan lomviga á Kalsvík tey nógvu seinnu árini. Sagt verður annars, at nú um ólavsøkumundið plagar fuglurin at fara úr bjørgunum, so hevur tú áhuga í at síggja røkur fyltar við lomviga, so er møguleikin helst aftur komandi týsdag, tá Norðoya kunningarstova aftur skipar fyri einum túri við Draganum til Kalsvíkar,  hesa okkara náttúruperlu.

"Tegir ikki heldur enn ritan á Kalsvík" er gamalt orðafelli. Jú, vit sóu eisini nógva ritu við unga hendan framúr vakra túrin týskvøldið í vikuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund