Lýsing
Lýsing

Ein áhugaverdur fugloyartúrur

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.07.2020 - 17:36 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í vikuni var farið ein túr til Fugloyar. Ørindini vóru at vitja fólk, men ikki minst at hugna sær í náttúruni og í góða sólskynsveðrinum.

Tað var ikki sørt, at upplivingin bleiv fjølbroyttari enn eg hevði væntað. Meiningin var at fara ein túr á Vatnsdals vatn omanfyri Kirkju at vita, um tað fingust nøkur síl har.

Komin til Hattarvíkar við Rituni, gjørdist ein ikki sørt bilsin við av øllum ungdóminum, ið savnaður var har. Tað vísti seg nevniliga at orsøkin til tess var at kommunan í oynni skipaði fyri tiltakinum “Ung í arbeiði” og ikki var sørt at ungdómur í oynni og ungdómur við tilknýti til oynna hevði tikið væl undir við tiltakinum, tí tað var lív í bygdini til langt út á náttina, mest at líkna gomlum døgum tá enn nógv fólk búði í oynni. Um seinnapartin varð skipað fyri grillfest fyri teim ungu og okkum øðrum, sum vóru komin har.

Juvel II hjá Brøðrasamkomuni vitjaði eisini á Hattarvík, skipið lá á víkini, imeðan sangarar og talarar komu í land við mobbátinum, soleiðis at útimøti bleiv hildið klokkan seks í gjárkvøldið.

Dagin fyri var eg komin til bygdina og fór saman við mínum ein túr til Kirkjar. Koyrt bleiv niðan á Kross og nakað oman ímóti Kirkju, til uppdyrkingarvegin ið gongu ímóti Vatnsdali. Vit koyrdu nakað inn á vegin, ið er í ringum standi, so hondina á knæði og til gongu til vatni í Vatnsdali, Brúkti sjálvandi løtuna til at taka nakrar myndir. Hugaligt var at síggja heiðafugl og haru og ikki minst útsýnið til hinar oyggjarnar.

Jú, tað bragdaði við vatnið. 21 síl fekk eg, men ikki vóru tey stór, um 20 sentimetrar, har á leið, so tey sum yvirlivdu at blíva fangaði við húki, blivu slept avstað aftur, bert tvey vóru so illa krøkt at tey máttu takast.

Hetta var ein av stóru upplivingum mínum í náttúruni við tráðu. Eg valdi at fara til gongu aftur úr Vatnsdali til Hattarvíkar, ein sera vakur og gevandi túrur.

Niðanfyri nakrar av myndunum eg tók:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…