Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi blokkurin komin umborð á Norðborg

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  04.08.2020 - 21:12 Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag var so nýggi motorblokkurin settur í Norðborg. Hetta hevur við sær, at KSS kann fara í holt við at montera alt, ið tikið var av gamla blokkinum, á nýggja blokkin. Tað at funnið varð fram til hendan blokkin yviri í USA er ein søga fyri seg. Tað var Jóannes Mørkøre frá KJ á Kambsdali ið gjørdi hetta detektivarbeiðið. Tað hevur ikki bara gjørt at Norðborg kann fara nógv skjótari aftur í vinnu, heldur enn at bíða eftir nýggjum motori, ið hevði tikið mánaðar. Men eisini hevði ein nýggjur motorur verið ein nógv dýrari loysn fyri felagið.

Tað gekk stak væl í dag. Jón Rasmussen, skipari á Norðborg sigur, at av royndunum at fáa gamla blokkin úr skipinum, hevur verið lættari at seta nýggja blokkin inn. Byrjað var í morgun um 10 tíðina og um klokkan seks í kvøld, stóð maskinblokkurin í niðastu lastini. Í morgin verður farið undir at venda blokkinum og at seta hann aftur á fundamentið í maskinrúminum.

Arbeiðið sum gjørt er higartil hevur MEST staði fyri við hjálp frá KSS og í morgin kemur ein normaður higar frá Bergen Diesel, soleiðis at tveir serkønir frá fabrikkini fara at arbeiða saman við KSS um monteringina av øllum, ið skal monterast á aftur áðrenn motorurin kann setast í gongd.

Jón Rasmussen, skipari á Norðborg sigur, at normaðurin, ið hevur verið her hesa tíðina sigur, at hann ætlar at hava motorin í gongdi áðrenn hann fer í feriu og tað er 4. september. Til tað tíð verður arbeitt við tvey skiftis vakt umborð á Norðborg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu