Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útflutningur til Russlands

SKRIVAÐ: Heilsufrøðisliga Starvsstovan  |  06.08.2020 - 14:38 Tíðindaskriv Vinna

Pelagos í Fuglafirði og Bakkafrost Processing á Glyvrum kunnu útflyta aftur

Føroysk matvøruvirkir, sum útflyta til Euroasiatiska búskaparsamveldið, m.a. Russland, skulu vera á einum grønum lista hjá russiska matvørumyndugleikanum Rosselkhoznadzor.

Øll vøra sum fer úr Føroyum til Russlands, verður kannað á markinum til Russland. Finnur marknaeftirlitið nakað frávik við vøruni, verður Heilsufrøðiliga starvsstovan kunna um hetta.

 

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan fær fráboðan frá Rosselkhoznadzor, tá frávik verða funnin við markið til Russlands.

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer beinanvegin í gongd við at kanna møguligar orsøkir til frávikið og um neyðugt seta rættandi og fyribyrgjandi atgerðir í gongd.

Úrslitini av hesum arbeiði verða síðani fráboðað Rosselkhoznadzor. 

Pelagos í Fuglafirði hevur verður reytt síðani apríl í ár, og Bakkafrost Processing á Glyvrum hevur verið reytt síðani januar í ár.

Eftir áhaldandi arbeiði er bræv nú komið frá Rosselkhoznadzor, um at virkini bæði nú eru vorðin grøn og kunnu tí útflyta teirra vøru aftur til Russland.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy