Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta sigur KÍ-venjarin undan Champions League lutakastinum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.08.2020 - 19:57 Ítrottur Tíðindi

Í morgin kl. 11.00 verður lutakast um, hvussu spælast skal í 1. umfari í Champions League.

KÍ-venjarin Mikkjal K. Thomassen svarar soleiðis, tá vit spyrja um, hvat er besta lutakastið fyri KÍ.

- Tað besta er at møta onkrum liði, ið vit hava best møguleika at vinna ímóti. Um vit ikki fáa tað, so vóna vit at fáa eitt kent spennandi lið sum t.d. Celtic, ið kundi verið áhugavert. Men tess størri møguleika vit hava at vinna, tess betur. Eitt av liðunum er Suduva, ið er meistari í Litava. Tað er eitt av liðunum, ið er til at tosa við. Teir eru nakað betur enn Zalgiris og Riteriai, sum vit hava møtt síðstu árini. Tað er eisini galdandi fyri okkurt av hinum liðunum í eitt sindur smærri londum. Eg trúgvi t.d., at vit hava ein møguleika móti Fenercvaros úr Ungarn, um vit hyggja eftir, hvar fótbólturin í Ungarn er í løtuni.

- Heimavøllurin hevur rættiliga stóran týdning. Vit eru eitt sterkt útilið og tað hava vit eisini verið í Europa, so tað hevur ikki avgerandi týdning burtursæð frá, tá man kanska er uppi móti teimum allarstørstu liðunum, ið vit kunnu møta. Men móti hinum kunnu vit saktans fara á útivøll og skapa eitt óvæntað úrslit, sigur KÍ-venjarin.

Heini Vatnsdal fór skaddur av vøllinum móti EB/Streymi, meðan tveir útlendskir leikarar eru í hópinum, men enn hava sínar fyrstu minuttir til góðar, tí teir mangla loyvini.

- Tað er ikki vist, at Heini Vatnsdal er úti av fyrsta dystinum. Fyrstu teknini eru, at tað verður kanska ikki so ræðuliga leingi, at hann situr uttanfyri. Síðani eru tað nýggju útlendsku leikararnir, sum mangla loyvini. Har vit vit ikki enn, um teir vera tøkir, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.

 

KÍ kann møta hesum liðum:

Celtic (Skotland)

FK Astana (Kazakhstan)

Ludogorets Razgrad (Bulgaria)

Red Star Belgrade (Serbia)

Qarabag FK (Azerbadjan)

Legia Warsaw (Pólland)

Maccabi Tel-Aviv (Ísrael)

Molde (Noreg)

Sheriff Tiraspol (Moldova)

Fenercvaros (Ungarn)

Dundalk (Írland)

Slovan Bratislava (Slovakia)

Suduva (Litava)

Omonia Nicosia (Kypros)

CFR Cluj (Rumenia)

FK Sarajevo (Bosnia & Hersegovina)

Dinamo Tbilisi (Georgia) 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB