Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður í næstu viku | Mynd: KKTV.com

Gott veður í næstu viku

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.08.2020 - 12:53 Tíðindi Veðrið

Tað eru tey mongu há- og lágtrýstini um okkara leiðir, hvar tey eru stødd, og hvønn veg tey flyta seg, sum gera av, hvussu veðrið er í Føroyum.

Vanliga liggur sama veður ikki leingi – ein ella tveir dagar ella so.

Men næstu dagarnar sær út til, at veðrið er støðugt.

Eitt hátrýst yvir Skandinavia og Baltikum fer at liggja har í ein viku ella so. Hetta ger, at lýggj luft fer at reka úr Norðurevropa ímóti okkum. Ættin fer at liggja ímillum útsynning-sunnan og landsynning-sunnan. Tó verður hetta mynstrið órógvað onkran fyrra- ella seinnapart miðskeiðis í vikuni, sum kemur.

Undantikið seinnapartin týsdagin og týskvøldið og onkra løtu mikudagin fer at vera turt alla vikuna.

Dag fyri dag fer næsta vika at síggja soleiðis út:

Sunnudag: Skiftandi allan dagin ímillum sunnan og landsynning, 5 til 10 m/s og turt. Sólglottar ella skýggjað ella mjørki (tað velst um, hvussu góð ættin er á staðnum ella ikki) og hitin fer at liggja um 10 – 12 stig.

Mánadag: Sunnan og landsynningur-sunnan, 5 til 10 m/s og turt. Sólglottar, og hitin fer at liggja um 10 - 12 stig.

Týsdag: Suðurætt um náttina og á morgni, men seinnapartin landsynningur, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin skýggjað ella sólglottar, men seinnapartin og um kvøldið skýggjað og regn. Tað slítur í nakrar tímar eftir midnátt. Hitin týsdagin 11 - 13 stig.

Mikudag: Um náttina landsynningur, 3 til 8 m/s og regn, men út á fyrrapartin fer hann at mala úr øllum ættum. Lítil vindur, um 2 til 5 m/s. Skýggja fyri tað mesta, men klárt um kvøldið. Hitin mikudagin fer at liggja um 9 - 11 stig.

Hósdag: Hann melur úr ymsum ættum um náttina og morgunin, men út á fyrrapartin og restina av degnum útsynningur-sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað og turt, seinnapartin sólgottar. Hitin fer at liggja 10 til 12 stig.

Fríggjadag: Útsynningur-sunnan og sunnan, 3 til 8 m/s. Turt og klárt og sól - har sum ættin er til tað - í aðrar mátar skýggjað ella toka. Hitin fríggjadagin fer at liggja um 11 - 13 stig.

Leygardag: Útsynningur-sunnan, 1 til 3 m/s. Turt og klárt veður við sól, har sum ættin er til tað. Seinnapartin fer at mala úr ymsum ættum. Hitin leygardagin 12 - 14 stig.  

Sunnudag: Útsynningur, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin turt og klárt veður, men um middagsleitið dregur hann á luftina og tað fer at regna eina løtu út á seinnapartin. Tað fer at slíta í seinnapartin, og eftir tað er klárt og gott veður. Hitin sunnudagin fer at liggja um 11- 13 stig.  

Veðurforsagnir 8 dagar fram skulu takast við fyrivarni. Bert lítil broyting í viðurskiftunum í lufthavinum kann gera, at veðrið hjá okkum broytist nógv.       

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund