Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vaccinan er góðkend av myndugleikunum, og Putin vónar, at hon skjótt kann verða hópframleidd. | Mynd: Sputnik/Reuters.

Putin: Russland hevur vaccinuna móti Coronavirusinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.08.2020 - 14:00 Tíðindaskriv Tíðindi

Russland hevur nú framleitt fyrstu vaccinuna ímóti Covid-19, sum er góðkend av heilsumyndugleikunum. Tíðindini koma frá Vladimir Putin sjálvum, sambært Reuters.

Forsetin sigur, at fyri fyrstu ferð í verðini er ein vaccina móti nýggja Coronavirusinum skrásett í Russlandi, og hetta sigur hann í videokonferensu við sínar ministarar fyrrapartin týsdagin 11. august.

Eitt tað fyrsta sum Putin gjørdi var at vaccinera dóttir sína við nýggju vaccinuni, og forsetin sigur seg vóna, at hópframleiðsla kann byrja skjótt. Annars er vaccinan roynd uppá menniskju í bert 2 mánaðir, og hetta er farið fram á Gamaleya-instituttinum í Moskva.

Í løtuni eru yvir 20 milliónir fólk smittað í heiminum, og granskarar kring allan heim kempa fyri at menna vaccinur móti Coronavirusinum. At Russland hevur gjørt skjótt av við menniskjaligu royndunum, eins og tað at Russland longu er klárt, er ein greið ábending um, at Russland leggur nógv fyri at ”vinna” kapprenningina um at vera fyrst við vaccinuni.

Men tað er ikki frítt, at onkur stúra fyri, at Russland raðfestir tjóðskaparprestisju yvir bæði vísindi og trygd. Hetta veit Reuters eisini at siga. Men Putin vissar um, at russiska vaccinan livir upp til øll krøv, og at dóttir hansara hevur brúkt hana bendir á, at hann sjálvur trýr uppá vaccinuna.

- Eg veit at vaccinan er sera effektiv og skapar ein sterkan immunitet, og eg endurtaki, eg hon hevur staðið allar royndir, sigur forsetin. Og heilsumálaráðið í Russland hevur eisini góðkent hana.

Næsta stigið er ein sonevnd ”fasa 3-test”, sum merkir, at túsundtals luttakarar skulu royna hana.


Kelda:

Jyllandsposten

Lýsing
Seinastu tíðindini
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…