Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggjastu tølini frá Corona.fo, ið vísa smittutilburðir býttar sundur á øki í landinum. Myndin er tilgjørd nakað við tað, at gomlu tølini frá seinastu "bylgju" eru tikin úr talvuni. | Mynd: Corona.fo

Flest smittað í Suðurstreymoy, ongin í Norðurstreymoy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.08.2020 - 20:45 Tíðindi

Streymoyggin kundi fyri tað verið tvær ymiskar oyggjar, tí har er himmalvíður munur á, hvussu Corona hevur rakt í Streymoynni. Í sunnaru helvt, ella tí sum vit vanliga rópa Suðurstreymoy, hava 65 fólk antin herviligu Corona-smittuna, ella hava havt hana síðani 1. juli. Í Norðurstreymoy er ikki ein tann einasti smittaður eftir 1. juli. Hetta vísa tøl frá corona.fo, sum loksins eru býtt sundur á økir. Fyrivarni skal takast fyri, at 24 persónar ikki eru býttir sundir á øki enn.

Byrja vit norðast í landinum, so er bert ein einstakur norðoyingur raktur av Corona síðani 1. juli. Í Eysturoynni tekna tey seg fyri 12 tilburðum sama tíðarskeið. Sum nevnt er ongin í Norðurstreymoy raktur, hvørki í løtuni ella nakrantíð síðani 1. juli. Í Vágum eru tríggir persónar antin smittaðir nú ella hava verið tað í juli mánað. Suðurstreymoy teknar seg fyri nógv teimum flestu, 65 tilburðum síðani fyrsta juli. Sandoyggin ella rættari Sandoyarøkið hevur 1 tilburð, men her siga keldur, at tann einstaki tilburðurin er í Skúvoy. Er hetta eftirfarandi, er Sandoyggin sjálv smittufrí.

Syðst í Føroyum liggur sum kunnugt Suðuroyggin, og har eru tilsamans fimm tilburðir skrásettir síðani 1. juli. Umframt teir nevndu tilburðirnar eru 37 útlendingar raktir aftaná mánaðarskiftið juni/juli, og eru hesir fyrst og fremst teir russisku og litavisku sjómenninir, sum hava ligið í Norðhavnini og á Fuglafirði seinast í juli. Og sum nevnt mangla framvegis 24 at verða býtt sundur á øki í landinum.

Umrokna vit til prosent, og síggja burtur frá útlendingum og teimum, sum ikki eru økisbýtt enn, so síggja vit, at Suðurstreymoy er nógv harðast rakt við knapt 75% av tilburðunum. Eysturoyggin hevur 14%, Suðuroyggin knapt 6%, Vágar góð 3%, og Norðoyggjar og Sandoyarøkið 1% í part. Norðstreymoy hevur tað vakrasta talið bæði í absoluttum tølum og prosentum, nevniliga 0%.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund