Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skýmingatúrur um Klakkin á Háskúlan og Vágsháls

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.08.2020 - 22:03 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið fóru vit báðir Árni Elttør ein túr av Bumshamri eftir bakkanum suður á Háskúlagrundina og so niðan á Vágsháls.

Ein góður og vakur túrur, tó var eitt sindur strævið at ganga orsakað av at vit í fleiri støðum onga rættuliga gøtu funnu. Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur kom einaferð fram við einum sera spennandi uppskoti um gøtur úr Klaksvík. Nevnt var at gera gøtu kring Klakkin og eitt nú í Skúvadal, men hetta vann ikki frama ímillum býráðspolitikarar her.

Nógvur fuglur var at síggja, tó mest másar og æður. Tú var gjørdur varugur við at summarið var farið at halla, tí sum sæst á myndunum, so vóru æðublikarnir farnir í vetrarbúna og tað sama tjaldursgrælingurin.

Eitt sindur harmuligt er at síggja leivdirnar eftir Háskúlan. Hóast Fagralíð hevur havt stóran týdning fyri menningina  av søgu okkara, so var als einki at síggja á hesum søguliga staði, har ein kundi kunna seg bara eitt vet um, hvat hetta vóru fyri steinar. Spell.

Kundi ikki lata vera við at hugsa, at var ein lítil bygningur reistur á grundirnar her, so hevði verið lag á manni at havt seturskúlaløtur her, burtur frá samfelagsmeldrinum.

Ná men vit fingu ein góðan túr báðir og her tær myndir myndatólið egnaði í skýmingini:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda