Lýsing
Lýsing
Lýsing
Útsýnið av Mølini í ein landsynning. Svínoy í góðveðrinum í gjár. Lufttrýstið var høgt - meiri enn 1025 hPa í miðjuni. Í einum slíkum termiskum hátrýstið søkkur luftin niður ímóti jørðini. Høga trýstið ger, at luftin ornar eitt sindur, og so gerst hon turrari og kann taka vætu í seg úr luftini. Tí eru fá skýggj og klárt veður í einum slíkum øki. | Mynd: Pól Sundskarð

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.08.2020 - 14:27 Tíðindi Veðrið

Hátýstið, sum hevur ligið yvir okkara leiðir í nakrar dagar, liggur enn, men fer at vikna og flyta seg eystureftir, burtur frá Føroyum.

Seint í annaðkvøld fer tað ikki at ávirka veðrið hjá okkum longur.

Ístaðin fer eitt lágtrýst at seta sín dám á veðrið her hjá okkum í vikuni sum kemur. Soleiðis sum lágtrýstið fer at plaserað seg, fer ættin at liggja úr eystri og upp í norðan alla vikuna, sum kemur.

Vindurin fer at veksa út á vikuna, og tað verður vátt – serliga hósdagin og fríggjadagin.

Veðrið komandi viknua í stuttum, dag fyri dag:

Mánadagin: Eystan, 3 til 8 m/s – skýggjað og turt. Hitin 10 – 12 stig.

Týsdagin: Landnyrðingur, 3 til 8 m/s – Skýggjað og turt. Hitin 9 – 11 stig.

Mikudagin: Landnyrðingur-norðan, 3 til 8 m/s, veksandi á kvøldi upp í 8 til 13 m/s – skýggjað og turt fyri tað mesta. Hitin 8 – 10 stig.

Hósdagin: Landnyrðingur, 10 til 15 m/s – turt um morgunin, men tað fer at regna út á seinnapartin. Hitin 8 – 10 stig.

Fríggjadagin: Landnyrðingur-norðan, 10 til 15 m/s – regn um náttina og fyrrapartin, slítur í út á seinnapartin. Hitin 8 – 10 stig.

Leygardagin: Eysturhallur norðan, 10 til 15 m/s – ælaveður, men turt seinnapartin og út á kvøldið. Hitin 9 – 11 stig.

Sunnudagin: Norðan, minkandi út á dagin niður í 5 til 10 m/s – skýggjað, okkurt ælið, men fyri tað mesta turt. Hitin 9 – 11 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…