Lýsing
Lýsing
Lýsing

Champions League í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.08.2020 - 03:00 Ítrottur Leiðarin

KÍ var bæði heppið og óheppið í lutakastinum um dystin í Champions League. Heppið, tí teir fingu heimavøll, og óheppið, tí tað er eitt krútsterkt lið, sum kemur til Klaksvíkar. KÍ hevur trekt Slovan Bratislava, men sleppur at spæla á heimavølli, og tað at vøllurin fyri fáum døgum síðani varð góðkendur av UEFA, ger, at tað verður fyrstu ferð, at Champions League-fótbóltur verður spældur í Klaksvík.

At Champions League er ein klassa og kanska gott og væl tað omanfyri Europa League ivast ongin í. Tað er tí ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hetta er ein tann torførasta avbjóðingin hjá KÍ hesa øldina. Hinvegin hevur KÍ eisini spælt seg lutfalsliga langt í Europa League, og tá byrjar styrkin á mótstøðufeløgunum at líkjast teirri í Champions League. Hetta er ein risastór uppgáva, men ikki so stór, at hon er ómøgulig fyri teir bláu.

Heimliga kappingin kundi ikki gingið betur eftir stutta summarsteðgin. 23-0 fyri 5 dystir talar sítt týðiliga mál, eisini hóast 4 av teimum 5 hava verið móti liðum í niðaru helvt av stigatalvuni. KÍ-liðið hevur spælt ótrúliga væl og meira enn bert sannførandi. Teir hava knúst mótstøðuliðini fullkomiliga, og tað hava teir gjørt við einum yvirlegnum fysikki og fótbóltsteknikki í meistaraflokki.

Kortini hevði tað verið eitt heilt ótrúligt bragd, um KÍ skuldi vunnið dystin ímóti Slovan Bratislava, og vit eru noydd at vera realistisk og siga, at KÍ er heilt avgjørt ”underdog” til hendan dystin. Mótstøðuliðið er stórfavorittur at vinna. Fær KÍ javnleik eftir 90 minuttir, verður neyvan nakar ónøgdur, og eitt lítið tap eru tað eisini fleiri, sum góðtaka. Sum øllum kunnugt verður bert eittans umfar í ár, heldur enn tvey, har feløgini skiftast um at hava heima- og útivøll.

Í styrki og intensiteti minnir hesin dysturin nógv um dystin ímóti Luzern í Europa League í fjør. KÍ hevði longu vunnið seg longri, enn nakar hevði væntað, og tí var tað við upprættari pannu, at KÍ fitt inni í seinna dystinum mátti lúta eftir at hava stríðst manniliga. At KÍ í einum dreymi av eini finalu í fjør vann sær Champions League-luttøku var eisini eitt bragd, og neyvan verða nógvir áskoðarar vónbrotnir, uttan so at KÍ verður fyri stórtapi. Spæla teir bláu sum higartil, so verður tað alt annað enn lætt fyri Slovan Bratislava – og tað skal tað heldur ikki vera.

Skuldi tað endað við einum niðurlagi, hevur KÍ kortini enn eitt skot í byrsuni, ið er Europa League, og har hevur KÍ heilt góðar royndir at vísa á, helst tær bestu í føroyskum fótbólti, og við einum liði, sum er í sínum lívs formi í løtuni. Hendir hetta, verður Europa League-dysturin umleið ein mánað seinni, miðskeiðis í september.

Tað var næstan í síðstu løtu, tann 8/8, at UEFA boðaði frá, at vøllurin á Djúpumýru er góðkendur til europeiskar dystir, herundir Europa- og Champions League-dystir. Orsøkin er, at har eru ov fá sitipláss, men av tí at dysturin verður spældur uttan áskoðarar, eru sitiplássini ikki aktuell kortini. Tískil verður Champions League-fótbóltur endiliga at síggja í Klaksvík, tó ikki fyri áskoðarar á staðnum.

Dysturin verður spældur í kvøld kl. 19:00

KOYR Á, KÍ!

 

ES. Hesin leiðarin varð skrivaður til blaðið mánadagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB