Lýsing
Lýsing
Lýsing

65 ár á mongum mótum

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  19.08.2020 - 21:47 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Klaksvíkingurin á Toftum, Jóannes Hansen, Jóannes hjá Karsten í Svínoy, sum norðoyingar rópa hann, fyllir 65 ár í dag, harvið var hann borin í heim hin 19. august í 1955. Norðoyingar høvdu tá verið í heimsgitnum víggi ímóti landsins myndugleikum og danska statsvaldinum í fleiri ár, men nú makaði hann nakað, tað gekk spakuliga ímóti kyrrindum aftur. Sama dagin sum Jóannes kom inn í hendan heimin, andaðist hin vællýddi løgreglumaðurin Jaspur Leivsgarð í heimi sínum í Klaksvík – hann var bert 56 ára gamal. Jaspur var slektaður úr Hovi, og hevði røkt starvið sum politistur á undirmannaðu støðini í býnum síðan krígsbyrjan í 1940. Klaksvíkingar hildu, at læknastríðið hevði bitið fast í hann, tað sum var viðurfarist neit hann. Ein mánaða seinri varð løgregluliðið styrkt munandi í Klaksvík, eftir at Rolf Krake, við 120 politistum umborð, legði at bryggju í býnum fyri at temja uppreisturin endaliga. Hóast hesa buldrasligu byrjan í lívinum kom hesin ungi alvin hjá Ragnhild og Karsten at vaksa upp undir tryggum korum og dyggari umsorgan í býlinginum á Heygum.

 

Ragnhild var slektað úr Heimistovu í Svínoy og pápin, Karsten, sum upprunaliga var toftamaður, vaks upp har norðuri, eftir at mamman, ið var slektað úr Svínoy, var herviliga álopin av tuberklum og løgd inn á Sanatoriið í Hoydølum. Karsten róði fyri tað nógva út, og átti útróðrarbát saman við kenda politikaranum Poul Jacob á Dalinum, sum í mong ár umboðaði Norðoya valdømi fyri Javnaðarflokkin.

 

Tað kann vera órannsakiligt hvussu tvey menniskju verða knýtt í sama kervi. Báðumegin við mánaðarskiftið juni-juli, í 1968, vit vóru tá 12 ára gamlir, høvdu tvey skótalið gjørt av í felag at fara í summarlegu heima á Sandi. Skótalið Nólsoyar Páls í Klaksvík og skótalið Grím Kambans her í økinum. Gulir skótar. Tað gjørdist ein minnilig ferð, sum ongin okkara gloymir. Komnir suður brast hann á við ringasta ódnarveðri – orkan - og tjaldbardunirnar hildu ikki – har fór alt í luftina. Vinsælir heimasandsmenn lótu okkum gamla bygdarskúlan at vera í, og eftir einar 2-3 dagar makaði hann vindin aftur, og vit livdu sum tað tilkemur skótum, tað ið eftir var av ferðini. Vit fjakkaðu víða hesar dagarnar, m.a. gingu vit norður á oynna, har vit sóu hin kimiliga úrmælingin á rossabaki, Zorro, gera ymisk kynstur og mong brøgd í Skopunar Bio. Tað merkisverda við ferðum av slíkum slagi er, at tú komst at kenna hesar dreingirnar og seinri menninar, eisini klaksvíkingarnar, heilt fram til hendan dag.

 

Okkara vegir skiltust aftur, táið vit stigu fótin á bulvirkið á havnarkei fyri norðurgangandi, og báðir gjørdu síðani barna- og realskúlan av okkum ávikavíst í Klaksvík og á Glyvrum. Ein dagin um hesa tíðina – í 1972 – hittust vit aftur í túninum uttanfyri Kostdeildina og Studentaskúlan í Hoydølum. Tá rann saman aftur, og vit komu at ganga í einum og sama flokki, har mangir aðrir, serstakliga áhugaverdir næmingar, úr ymsum heraðshornum í landinum, við sínum ymsu brigdum og bygdamentanum, ríkaðu okkum tilveruna. Ein tíð sum ikki kann beskrivast – hon mátti upplivast – eisini tí at tíðin var sjáldsom – hetta var stutt eftir at ungdómsbyltingin var farin um allan vesturheimin, 5 ár eftir kendu røðuna hjá Rudi Dutschke um “Der Marsch durch die Institutionen”, og ungdómurin var vorðin meiri sjálvráðandi. Tíbetur. Hann legði ikki fingrarnar ímillum longur, táið tað snúði seg um at taka lut í samfelagskjakinum. Málstríðið, sum Jóannes eisini var ein ítøkiligur partur av, er besta prógvið um tað. Ungdómurin hevði gjørt seg sjálvan til part av samfelagsskipanini – ein lut, sum myndugleikarnir nú skuldu ansa sær fyri og taka fyri fult.

 

Orðaskiftini vóru mong, serliga við teir yngru lærararnar, og Jóannes helt seg ikki aftur. Longu tá sást, at hann var væl fyri, tá tað ráddi um søgu, politikk og samfelagsviðurskifti. Eftir tíðina í Hoydølum valdi hann at gerast vikarur við Klaksvíkar skúla, og ta tíðina var hann eitt tíðarmál blaðstýrari á Norðlýsinum, staðbundu avísini hjá norðoyingum. Hetta árið í heimbýnum gjørdist honum  útbúgvingarliga eitt intermezzo, og longu árið eftir valdi hann at fara undir nám á Føroya Læraraskúla. Tvey tey seinastu árini av útbúgvingini gekk hann kortini á Emdrupborg, haðan hann gjørdist seminaristur í 1980. Síðan var hann kennari við Jakobskolen, ein kristin frískúli á Frederiksberg, árini 1980-84. Eftir tað hendi helst tað, sum vit aðrir longu høvdu væntað árini í Dalinum Fagra. Hann fór av nýggjum undir lestur við Lærda Háskúlan í Róarkeldu, har hann vann sær magistaraprógv í samfelagsfrøði og geografi í 1987. Eftir tað var hann á Studentaskúlanum við Gøtugjógv í eitt hálvt ár, áðrenn hann loysti Alfred Olsen av sum kommunuskrivari í Nes kommunu. Eftir tað lærdi hann aftur frá sær við Studentaskúlan í Eysturoy, men í 1995 legði hann leiðina til Oxford, Brooks Lærda Háskúla, har hann las um politikk og fjølmiðlar í eitt ár.

 

Jóannes er giftur Sannu í Túni av Toftum, hon er útbúgvin og virkandi ljósmóðir, og tey valdu at seta seg niður í heimbygd hennara, framvið Høganesvegnum, og hóast vit hava havt ómetaliga trupult at marka hann partapolitiskt, í so máta er hann ein rættur sfinxur, so lat hann seg stilla upp til kommunuvalið í Nes kommunu í 1992 - og varð valdur. Hann var afturvaldur í 1996, og gjørdist tá varaborgarstjóri. Harvið hevði hann gjørt sína borgaraskyldu í umboðandi fólkaræðinum. Langabbi hansara í Svínoy, Símun Júst Jacobsen, var annars tingmaður fyri Sambandsflokkin fyri meiri enn hundrað árum síðani, kanska stavar áhugin haðani, kortini hava vit ikki hildið hann verið sambandsmann. Sum almennur politiskur viðmerkjari hevur hann gjørt nógv fyri at leggja tjúkkar og vælpolstraðar fendarar ímillum seg og partapolitiskar bindingar, men sum ein av framherjunum í málstríðnum í sjeytiárunum, skal hann helst roknast fyri at liggja í tjóðskaparliga feltinum, ið ynskir at Føroyar til eina og hvørja tíð skipa seg samfelagsliga og politiskt á sama hátt sum hini norðurlendsku vælferðarsamfeløgini.

 

Føðingardagsbarnið hevur ikki avmarkað lívið til professionella lutin sum kennari á miðnámi og rektari læraraskúlans einans. Áhugamálini og ítrivini eru mong og fjølbroytt. Sum virkandi partur av brøðrasamkomuni var hann saman við Jógvani á Lakjuni, Árna Jacobsen, sála, Metu av Fløtum, Niels Johannesen, Alexander Samuelsen og John í Skemmuni við til at stjórna útgávuni av “Nýggja Sangbók – Guds fólks”, ið er eitt trivaligt vælaverk við 1504 sálmum. Eisini var hann partur av toyminum hjá Finnboga Ísakson, sála og táverandi løgtingsformanni, tá søgan um Føroya løgting varð skrivað.

 

Fremsta passiónin annars man vera fótbólturin. Sum ungur leikti hann við KÍ, og saman við einum góðum árgangi í Klaksvík um tað mundið lógu teir væl fyri – í broddi fylkingar. Gjørdust m.a. føroyameistarar í unglingadeildini í 1973. Hartil var hann við til at gerast føroyameistari í hondbólti í dreingjadeildini í 1970, tá Stjørnan megnaði at vinna á vestmenningunum í VÍF. Í dag er hann helst betri kendur sum ítróttarskrivari á Sosialinum/in.fo – kanska hin drúgvasti í tíðarmáli av teimum, sum yvirhøvur manna redaktiónirnar í landinum á tí mótinum í dag. Fótbóltur, kappróður og telving eiga hansara stóra áhuga, hann hevur eisini skrivað árbøkur um fótbólt og saman við Finni Helmsdal, sála, skrivaði hann í 1997 bókina “Fótbóltslandsliðið – í altjóða fótbólti í 10 ár.”

 

Alla hesa tíð hevur hann kortini verið í fullum starvi á Kambsdali, men ein dagin í 2006 lýsti Mentamálaráðið eftir rektara til Føroya Læraraskúla, - Jóannes søkti og fekk starvið. Hann var sáttmálasettur í fimm ár við tí setningi, at fáa í lag nýggjar lærara- og pedagogútbúgvingar og at umskipa frálæruna soleiðis á skúlanum, at færri fak og skeið vóru á skránni um somu tíð. Setningurin var longu avgreiddur í 2009, og eftir at 5 ára setanarskeiðið var lokið – í 2011 – valdi politiska valdið at gera læraraskúlan til part av Fróðskaparsetri Føroya, - soleiðis gjørdist Jóannes Hansen seinasti rektarin á Føroya Læraraskúla. Hann legði nú leiðina inn á Kambsdal aftur fyri at røkja gamla starvið, sum bíðaði eftir honum í farloyvistíðini.

 

Tá Norðoya Sparikassi varð skipaður við umboðsráði etc., vóru vit báðir Jóannes millum tey, sum vóru vald at umboða Føroyar eystanfyri Djúpini í ráðnum. Seinri var Jóannes valdur í nevndina, og hesi seinastu árini hevur hann virkað sum næstformaður hennara. Á aðalfundinum seinast segði hann seg frá, hann situr kortini í ráðnum framhaldandi, men sigast má, at Sparikassin – nevnd og stjórn - hesi seinastu árini hevur megnað serstakliga væl at hildið sær sjálvum flótandi, og væl tað, serliga í mun til stødd stovnsins, í eini turbulentari tíð hjá peningastovnum annars í okkara parti av heiminum. Haldi meg vita, at Jóannes hevur verið ein serstakliga dyggur leikari á hesum liðnum.

 

Táið føroyingar hoyra navnið Jóannes Hansen nevnt, hugsa teir flestu helst um valsendingarnar í Kringvarpi Føroya. Umframt øll tey mongu - handan leiktjøldini - eitt valkvøld, eru tað serliga journalistarnir Bogi Godtfred og Johnsigurd Johannesen og valserfrøðingurin Jóannes Hansen, sum hava leitt okkum ígjøgnum tann stóra spenning, sum øll sita við kvøld sum hesi, táið løgting, fólkating og bý- og bygdaráð skulu mannast. Fólk hava trivist stórliga við at hava teir tríggjar javnaldrarnar á skíggjanum, og teir hava skapt sær mikið álit sum informantar, greinarar og objektivir metingarmenn. Kom í hesum viðfanginum at hugsa um, at ein bók sum var nógv uppi og vendi í hoydalstíðini var “Val og valtøl 1906-1966” hjá Einari Waag, hugsi at Jóannes dugdi dastið av henni uttanat longu tá.

 

Heima á Sandi komu vit ikki meiri í hóslag enn tað, at vit vitstu um hvønn annan, fýra ár seinri skeklaði í, og síðan hava vit javnan hitst og samskift. Eru menn forvitnir av lyndi – er altíð rúm fyri meiri vitan í akkumulatorunum. Antennurnar eru fyri tað nógva uppi, og vantar onkur køking, ella hongur onkur leysur endi og flákrar í lotinum, í onkrari søgu í samfelagskjakinum, so verður sligið uppá tráðin annaðhvørt inneftir- ella úteftir fjørðinum - fyri líkasum at fáa kabaluna at ganga upp. Jóannes er hugfarsligur maður, minnið er sum á fíli, niður í minstu smálutir, retorikkinum bagir onki og so kann hann eisini vera avbera skemtingarsamur. Høvdið fungerar. Væl. Er hann í tí góða lagnum, rapa anekdoturnar úr honum, serliga við politiskum innihaldi úr Norðoyggjum, og tað eru júst tær sum geva politisku søguni lív, serliga hjá teimum, sum ikki vóru uppi á døgum, táið hendingarnar fóru fram. Kanska Jóannes, tá hann fer frá fyri aldur, átti at sett seg at skjalfest hendan partin av mentan okkara. Tørvur er á hesum.

 

Jóannes er sum sagt giftur við Sannu, dóttir Maju og gitna maritima pionerin á Toftum - Júst í Túni. Tey bæði eiga tvær døtur, sum hava givið teimum fleiri ommu- og abbabørn.

 

Við hesum fáu orðum fari eg at ynskja føðingardagsbarninum hjartaliga til lukku við árinum - við ynskinum um blíðan byr í ókomnum døgum, vikum og árum, og sjálvsagt í væntanini og vónini um, at góða vinarlagið fer at halda fram sum higartil, eftir kennskapin, sum kom í fyri meiri enn hálvari øld síðan heima á Sandi - í gulum skótauniformum frá Nólsoyar Pálli og Grími Kamban – skótaliðunum báðum.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…