Lýsing
Lýsing
Ítøkiliga eru prísirnir í dag fyri útbering av bløðum hjá Norðlýsinum hækkaðir 142% samanborið við í januar mánaða í ár!

Posta gerst alsamt tyngri at dansa við

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.08.2020 - 10:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Alsamt dýrkandi kostnaðir og alsamt versnandi tænasta. Hetta er inntrykkið, sum vit, ið brúka Posta nógv, hava av almenna partafelagnum. Føroysku miðlarnir móttaka í dag miðlastuðul, og líkt er til, at Posta hevur sett sær fyri at fáa fatur í sum mest av hesum stuðli. Hetta ger Posta við javnt og samt at seta sínar kostnaðir fyri útbering upp.

Í farna valskeiði royndi Landsstýrið at einskilja Posta, men fekk bara eitt tilboð, sum sambært landsstýrinum var ov lágt. So gott sum ongin privat interessa er fyri at reka Posta, og tað er ikki frítt at ein hugsar, at orsøkin er, at fyritøkan liggur so tungt í sjónum og ikki sær út til at vilja rationalisera raksturin. Í staðin skrúvar tann almenna fyritøkan prísirnar upp.

Vit hava sæð, at tá bankar lata deildir og sjálvtøkur aftur, so gerst lokali handilin ”banki”, har fólk fara inn at taka reiðan pening út. Hetta verður gjørt fyri at spara. Somuleiðis hevur Posta lagt fleiri av sínum tænastum yvir á matvøruhandlarnar, og har kunnu fólk í dag lata brøv og pakkar inn. Hetta sparir eisini Posta frá at hava deildir við avgreiðslu kring landið, men vit síggja onki til, at tað viðførir lægri prísir, hóast tað skuldi. Tvørturímóti.

Ítøkiliga eru prísirnir í dag fyri útbering av bløðum hjá Norðlýsinum hækkaðir 142% samanborið við í januar mánaða í ár!

Og hesir hækkandi prísirnir hava givið at bíta. Nú er eftirhondini langt síðani, at Vikublaðið gavst við at koma í hvørt hús mánadag, og fyri nøkrum mánaðum síðani gavst Sosialurin eisini við at senda blaðið ókeypis (fyri móttakaran) í hvørt hús. Tað er neyvan nakað at ivast í, at hækkandi prísirnir hjá Posta hava spælt inn í hesi avgerðini.

Norðlýsið kemur út í hvørt hús í Norðoyggjum hvørja viku, og eisini í Eysturoynni, tá stevnur og størri tiltøk eru har. Vit vita frá heilt mongum lesarum, at teir eru glaðir fyri at fáa Norðlýsið í postkassan hvørja viku. Vit vita eisini at fyritøkur og feløg seta stóran prís uppá, at fáa teirra lýsingar og boðskapir út í hvørt heim í Norðoyggjum hvørja viku. Sum nevnt eru hini bløðini givin heilt við hesi tænastuni. Við sínum prísum ger Posta tænastuna nærmast ómøguliga at veita framyvir, eisini fyri Norðlýsið. 

Endamálið við miðlastuðlinum er, sambært viðmerkingunum til lógina, at "Dentur verður í uppskotinum lagdur á, at stuðulin skal kunna veitast tíðindamiðlum, hvørs redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum og viðkomandi altjóða viðurskiftum úr einum føroyskum sjónarhorni."

Men sum nú er, strekkir miðlastuðulin ikki til støðugt hækkandi útberingarkostnaðin. Stuðulin, sum Posta etur upp, kann tískil ikki brúkast til løn til journalistar, og harvið verður endamálið við miðlastuðlinum undirgrivið, og grundarlagið hjá miðlunum fyri at veita dygdargóðan journalistikk versnar – beint tvørturímóti endamálsorðingini.

Posta hevur sjálvandi sín egna roknskap at hugsa um, og sjálvsagt skal tað eisini hanga saman fíggjarliga hjá teimum. Men tað er neyðugt at eigarin av Posta, Føroya Landsstýri, ger upp við seg sjálvan, um Føroyar skulu hava føroysk bløð og føroyskan journalistikk. Her mugu nýggjar loysnir finnast. Tað kann ikki bera til, at Posta, sum hevur niðurlagt óteljandi deildir fyri at spara, kortini javnt og samt skal hækka sínar prísir, millum annað við føroyskum journalistikki sum offuri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin