Lýsing
Lýsing
Lýsing

Enn eitt álop

SKRIVAÐ: Rúna Sivertsen  |  03.09.2020 - 06:45 Lesarabrøv Vinna

Hóast fólk í 12 av teimum 15 húsum í Edmundstrøð í Ánunum herfyri sendu eina áheitan til allar býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at skipa so fyri, at tað verður livandi norðuri í Ánunum, so vaknaðu fólk um tveytíðina í nátt av ganginum av tveimum skipum - Armenak Babaev, undir russiskum flaggi, og Green Ocean, skrásett undir Bahama flaggi - sum larmandi komu at bryggju. Ikki nokk við tí, at skipini larma; mannskapið rópti og geylaði eisini í millum sín, sí viðfesta filmsbrot.


Síðani í august í 2017 hava borgarar í Ánunum ótalligar ferðir bønað og biðið býráðið, bæði munnliga og skrivliga, um at sleppa undan larminum frá nøkrum ávísum skipum, men uttan úrslit.


- Vit vita ongantíð, nær næsta álop kemur og vit liva í konstantum ótta fyri ágangi av larmi.


Tað ljóðar sum ein tyrla hongur yvir húsunum og vit hava ongan møguleika at sleppa undan larminum. Høvdu skipini verið løgd við oljukaiina á Grótrætt, so hoyrdi eingin nakað til skipini, men tað eingin virðing fyri heilsuni hjá okkum, sum her búgva.


Vit undrast og spyrja, hví fremmand, larmandi skip blíva við at sleppa inn í føroyskar havnir at forpesta lívið hjá íbúgvum í Føroyum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…