Lýsing
Lýsing
Lýsing

Betri kann gera tað betri

SKRIVAÐ: Gunnhild og Sjúrður  |  07.09.2020 - 05:14 Lesarabrøv Vinna

"Betri kann gerast ein grønur flaggberi fyri føroyska samfelagið, men fyrst má samtakið sópa fyri egnum durum #velgrønt #grønterbetri

Vit halda, at fremsta samfelagsábyrgd Betri samtakið kann taka nú, er at taka allan okkara pening úr olju-, gass- og kolvinnu. Tað kann ikki vera rætt, at íløgur, sum Betri ger okkara vegna skal máa grundarlagið undir lívinum hjá komandi ættarliðum!

 

HVAT?

Umboðsráðið hjá Betri er ovasti myndugleiki hjá Betri samtakinum, og er mannað av viðskiftafólkum. Annaðhvørt ár er umboðsráðsval, og nú skulu 18 fólk veljast inn í Umboðsráðið. Vit bæði vilja biðja um tykkara atkvøðu fyri at arbeiða fyri einum greiðum endamáli – at Betri skal taka okkara pening úr kolvetnisvinnuni.

 

HVUSSU?

Øll, sum eiga eina trygging hjá Betri, fáa eina atkvøðu, virkir og stovnar, sum hava nógvar tryggingar, kunnu hava upp til 10 atkvøður til Umboðsráðið.

Valið verður frá 9. til 28. september. Øll viðskiftafólk hjá Betri fáa atkvøðuseðil við postinum.

 

 

HVÍ?

Veðurlagskreppan er ein tann størsta avbjóðingin, sum alheimssamfelagið stendur í. Fyri fyrstu ferð nakrantíð listar Global Risk Report umhvørvistrupulleikar sum top 5 hóttanir ímóti samfelagsstabiliteti.

Í Føroyum hendir ov lítið á politiska pallinum, og vit hava ikki tíð at spilla. Okkara vinna noyðist at taka størri ábyrgd, og Betri sum eitt tað størsta peningasamtakið eigur at vísa nógv størri samfelagsatlit.

 

ÁBYRGDARFULL FRAMTÍÐ

Divestment ella avinvestering merkir í stuttum, at mann tekur sín pening úr ávísum fyritøkum, sum mann ikki ynskir at stuðla, so sum olju, vápnaframleiðslu, tubbakk, og fyritøkum, ið ikki virða mannarættindi.

Við at leggja trýst á hesi feløg, kunnu vit minka um virði á tílíkum íløgum, og vit gera hesi vinnufeløg varug við, at tey mugu leggja um og broyta teirra handilsmodell.

 

 

 

HVAT VIT VILJA ARBEIÐA FYRI

· Betri skal vísa veruligt samfelagsatlit

· Betri skal gera tað gjørligt hjá sínum viðskiftafólkum at velja íløgur í kolvetni frá

· Betri skal taka øll síni partabrøv og skuldarbrøv úr kolvetnisvinnuni

· Betri skal gera eina ætlan fyri at gerast CO 2neutralt

· Betri skal gerast partur av loysnini og ikki trupuleikanum

Vit gera hetta ikki fyri pengar, og taka bert ímóti minstuløn og lata rest víðari til “Veðurlagslóg nú!” átakið.

 

Um okkum:

Gunnhild Dahl Niclasen Eg eri 37 ára gomul, búgvi í Haraldssundi og eri útbúgvin humanøkologur. Eg stilli upp til umboðsráðið, tí eg meti, at ein so sterkur pengaaktørur sum Betri, skal taka størri samfelagsatlit – og fremsta uppgávan beint nú má vera at gera sítt til at steðga veðurlagsbroytingum, og tað kann partvíst gerast við at taka peningin úr kolvetnisvinnuni.

Sjúrður Hammer, PhD Eg eri 37 ára gamal. Eri lívfrøðingur, og eri virkin í gransking og vernd av føroysku náttúruni, serliga innan fuglalív. Eg stilli upp, tí eg haldi, at tíðin er búgvin til at Betri meir aktivt tekur lut í grønu umleggingini. Eg haldi sum viðskiftafólk hjá Betri, at tað er eitt grundleggjandi problem, at vit ikki hava møguleikan at velja íløgur í kolvetnisvinnuna frá, samstundis sum vit eru lógarbundin at gjalda til ein føroyskan pensiónsgrunn.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund