Lýsing
Lýsing
Lýsing

Um at siga sína hjartans meining

SKRIVAÐ: Lasse Klein  |  08.09.2020 - 13:27 Lesarabrøv Politikkur

Tað er sjálvandi altíð best, tá fólk stilla seg upp frammanfyri t.d. einum kamera, ella bara traðka fram, og siga sína hjartans meining ella hugsan, eisini skriftliga. Tað er ein týdningarmikil partur av okkara fólkaræðisliga rætti.

Men vit skilja eisini, hví fólk halda seg aftur, tá ávísir persónar sum hava eitt annað sjónarmið enn tey, koma við speiskum glósum, háða, spotta og happa, ikki bara alment, men eisini royna at lasta og vanæra tey út millum fólk.

Tey hava sæð ein málburð, sum verður brúktur til at lýsa tey við á ein negativan hátt, t.d. á sosialu miðlunum, og eg trúgvi ikki at tey hava hug at luttaka í slíkum leiki, og tí halda tey seg burtur frá at gera almennar viðmerkingar, og tað haldi eg verða spell.

So at siga hvønn dag møti eg fólki sum óttast fyri slíkum hendingum, og tey fáa eisini ábendingar frá hjúnafelaga, familju, vinum og kenningum, at tað ikki loysir seg at útseta seg sjálva/an, ella familju sína fyri eyðmýkingum at slíkum slagi.

Vit eiga í hesum døgum í størri mun verja um okkara fólkaræðisliga rætt til at allir borgarar í hesum landi frítt kunnu tala teirra søk, uttan at verða bangin fyri at verða útsett fyri niðrandi viðmerkingum.

Vit hava brúk fyri at øll fólk frítt kunnu siga sína hjartans meining, uttan at verða happaði av teirri orsøk!

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað