Lýsing
Lýsing
Lýsing

Styttri arbeiðsvika krevur sakliga viðgerð

SKRIVAÐ: Starvsmannafelagið  |  08.09.2020 - 18:00 Lesarabrøv Tíðindi

Málið um 37 tímar arbeiðsviku hevur uppiborið eina sakligari umrøðu enn ógrundaðu undanførslurar frá Helga Abrahamsen

Tíðin er búgvin til styttri arbeiðsviku. Í 40 ár hevur føroyska arbeiðsvikan verið 40 tímar, meðan danir hava arbeitt 37 tímar. Landsstýrið eigur at ganga undan saman við okkum fakfeløgum um at stytta arbeiðsvikuna.

 

Máttleys argument

Nú Løgtingið hevur viðgjørt uppskot til samtyktar um, yvir eitt áramál og í samstarvi við fakfeløgini, at stytta arbeiðstíðina niður í 37 tímar, er tað hugstoytandi at lesa, hvussu landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum við øllum hugsandi argumentum tvíheldur um, at føroyingar framhaldandi skulu arbeiða tríggjar tímar longri enn danir.

Vit kunnu reksa argumentini hjá landsstýrismanninum upp her:

1. Uppskotsstillarin, Javnaðarflokkurin, kundi gjørt tað sjálvur, tá hann sat við valdið.

2. Danir hava longri koyritíð millum heim og arbeiði.

3. Produktiviteturin minkar, so vit mugu innflyta útlendska arbeiðsmegi ella øll mugu renna skjótari.

4. Tað er ov kostnaðarmikið.

 

Ivasamur kostnaður

Sum tað fyrsta halda vit, at landsstýrismaðurin eigur at fara eftir bóltinum heldur enn eftir manninum.

Hví landsstýrismaðurin harnæst vil blanda ferðatíðina hjá dønum uppí spurningin um er arbeiðsvikuna í Føroyum tykist margháttligt. Við hesum leggur landsstýrismaðuri næstan upp til, at í framtíðini skulu tey, sum hava langt millum heim og arbeiði skulu hava styttri arbeiðsviku. Hetta gevur als onga meining og flytir bara fokus.

Eisini vil landsstýrismaðurin vera við, at styttri arbeiðstíð kostar 750 mió. kr. árliga. Men tað ber ikki til bara at taka tríggjar tímar av hvørjum 40 tímum og falda upp til samlaðu lønarútreiðslurnar, har øll eru uppí – bæði heilsurøktarin við niðursettari tíð og skiparin á Barentshavinum. Harumframt er starvsbrøkurin eisini ójavnur innan ymisk starvsøki. So fíggjarligi spurningurin eigur sjálvandi at verða kannaður neyvari – bæði í mun til inntøkur og útreiðslur. Og síðani má ætlan gerast fyri, hvussu arbeiðstíðin og kostnaðurin verða tillagað yvir ávíst áramál.

 

Vitan ella gitan

Landsstýrismaðurin gongur eisini út frá, at produktiviteturin minkar, og at tørvur verður á størri arbeiðsstyrki ella at fólk mugu renna skjótari. Aftur her er talan um postulat, tí hópin av kanningum vísa, at ávís stytting í arbeiðstíðini minkar ikki um produktivitetin, heldur tvørturímóti. Kostnaðurin verður vunnin inn aftur í nøgdsemi, lívsgóðsku, færri sjúkradøgum og arbeiðsskaðum. Dygdin og effektiviturin økist, umframt at framleiðslan og inntøkurnar fara upp. Somu kanningar vísa, at mest effektiva arbeiðstíðin liggur um teir 30 tímarnar. Slík vitan eigur at verða tikin við í viðgerðini.

 

Møguleikar heldur enn forðingar

Fremsti førleikin hjá einum landsstýrisfólki, umboðandi útynnandi valdið, er at síggja møguleikar heldur enn forðingar – at finna skilagóðar loysnir saman við viðkomandi samstarvspørtum - tá málið í sjálvum sær er skilagott. Hetta átti Helgi Abrahamsen at roynt.

Tí, sum hann sjálvur sigur, so eru nógvar góðar grundgevingar fyri at stytta um arbeiðstíðina. Hann nevnir sjálvur strongdar barnafamiljur. Vit kundu skoytt uppí, at føroyingar frammanundan arbeiða nógv mest í øllum Europa, og at føroyskar kvinnur hava met í niðursettari arbeiðstíð. Hetta kemst sjálvsagt av, at familjurnar longu hava innsæð, at tvey fulltíðarstørv, 80 tímar arbeiðstíð, er ov nógv, skal alt hanga saman. Hesar familjur hava so bara minni at liva av enn aðrar. Og nógv minni enn familjur í Danmark, har arbeiðstíðin er styttri og lønarlagið hægri. Er hetta virðiligt?

 

Bjóða okkum til tingingar

Starvsmannafelagið fer við hesum at heita á politiska myndugleikan um at viðgera málið um styttri arbeiðstíð í størri álvara. At landsstýrismaðurin setir føtur í bekk og ikki í spenni og bjóðar okkum til tingingar um málið. Tí sjálvandi skal føroyska arbeiðsfjøldin hava styttri arbeiðsviku við fullari løn, nú vit hava verið eftirbátar á økinum í 40 ár.

Og sjálvandi skal tað henda so líðandi og við ítøkiligum trípartasamráðingum millum politiska myndugleikan og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, har øll lata og øll fáa.

Okkara lutur skal so ikki liggja eftir.

 

Starvsmannafelagið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar