Lýsing
Lýsing
Heri á Rógvi er formaður í Búskaparráðnum | Mynd: VP.fo

Búskaparráðið: Hall í 2020 og 2021, men ongin kreppa

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.09.2020 - 10:02 Tíðindi

Í heystfrágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum sæst sum tíðindaskriv aðrastaðni her á síðuni og í blaðnum, ger Búskaparráðið status og greiðir frá, at hóast vit eru meint rakt av Corona, so verður talan ikki um nakra kreppu, serliga ikki um vit bera rætt at. Landsstýrið fær ikki tilmælt at minka um hallið á fíggjarlógini, men heldur at lata hetta koma í rættlag av sær sjálvum. Búskaparráðið mælir eisini til at halda áfram við fyribyrgjandi tiltøkunum á flogvøllinum og við landamarkið annars.

Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, sigur, at Corona hevur havt eina sjokkeffekt á føroyska búskapin, har vit eru farin beinleiðis frá hákonjunkturi og lúkst niður í hina grøvina, men at hendan sjokkeffektin ikki fer at vara við. Arbeiðsloysið er framvegis sera lágt, og húsarhaldini eru væl fyri, og tí er ikki neyðugt at stimbra búskapin ovmikið; tað kann gera størri skaða enn gagn.

Í stuttum mælir Búskaparráðið til at halda eitt javnt íløgustig fyri landskassan. Ráðið metir ikki, at tað er rætt at gera átøk fyri at minka um væntaða hallið á fíggjarlógini í 2021, men mælir til framhaldandi stig fyri at avmarka smittu við landamørkini, og at arbeitt verður við at minka allar óvissur, sum hava týdning fyri búskaparligu gongdina, og so verður lagt afturat, at ”Haldføristrupulleikarí búskapinum og tørvurin á at fáa ein meira produktivan búskap tala greitt fyri, at brúksgjøldini fyri tilfeingið verða munandi økt.” Búskaparráðið metir sostatt ikki, at tørvur er á at stimbra búskapin meira við størri almennum íløgum.

Tá tað kemur til fiskivinnuna og tilmælini um at økja brúksgjøldini í henni, so verður tað grundgivið við, at serliga uppsjóvarfiskur og alifiskur hava havt stór útflutningstøl, ið hava givið høgan búskaparvøkstur. Ráðið roknar við, at hesin vøkstur fer aftur at vísa seg í 2021, og at 2020 fer at vera eitt undantaksár ella “fyribils fyribrigdi”, sum ráðið orðar tað, og fer at verða stabiliserað seg aftur skjótt.

Greitt er, at Føroyar fáa stór undirskot bæði í ár og komandi ár. Búskaparráðið roknar við einum undirskoti uppá 583 milliónir í ár og 570 milliónir í undirskoti í 2021, áðrenn gongdin vendir aftur. Men Búskaparráðið sær onki galið í at hava hall í tvey ár ella so, serliga tí at avlop hava verið undanfarin av, og føroyski búskapurin tí skuldi verið væl fyri.

Ráðið nevnir eisini í heystfrágreiðingini, at ALS hevur gjørt tað minni neyðugt at føra konjukturpolitikk. Við tað at ALS hevur loftað fleiri av teimum persónunum, sum eru vorðnir raktir av Corona-tiltøkum, hevur Landskassin ikki havt fyri neyðini at taka eins nógv á seg. Búskaparráðið metir eisini, at hetta skapar fordømi, við tað at Landskassin kann rokna við at ALS aftur fer at samstarva við Landskassan í eini líknandi støðu.

Búskaparráðið endar umrøða sína temafrágreiðing um produktivitetsvøkstur. Har verður m.a. nevnt, at produktivitetsvøksturin hevur verið stórur síðani 2012, men kundi verið enn størri. Serliga eiga Føroyar at satsa uppá at gera størri nýtslu av tøkni, amboð, fyriskipanir og infrastruktur, heldur enn at satsa uppá rástyrki. Produktivitetsvøkstur er sjálv fortreytin fyri, at føroyski búskapurin kann møta komandi avbjóðingum, verður endað við at siga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oyggja­leikir­nir 2021 útsettir
KÍ stórsteypavinnari 2020
Nú skal Klaksvíkar kommuna byggja 60+ íb…
Runavíkar kommuna, stórar avbjóðingar fy…
Dundalk sparir allan hópin í kvøld
Jesper Brinck gjørt nýggjan sáttmála við…
Heyst­arluft
Team Rynkeby savnaði 1.540.000 krónur ti…
Fram við landi í Árnafirði við Hanus í G…
Jesus segði: ”Loyvið smábørni­num at koma…
Jesus segði: ”Loyvið smábørni­num at koma…
Undir Íslandi við Norðborg
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur svarar…
Garðavegur verður nú gjørdur liðugur
Sum ein Jarðarferð
Paul Kjartan er okkara valevni í Klaksví…
Gysari hjá monnunum
SÍ vann fyrsta stórsteypadystin!
KÍ-AB er útsettur til 4. november
Símun H. Poulsen vann Pes-kappingina