Lýsing
Lýsing

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur helt røðu fyri Kris á 20 ára degnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  16.09.2020 - 13:30 Tíðindaskriv Tíðindi

Hjálparfelagsskapurin Kris hevur tjúgu ár á baki, og í hesum sambandi helt landsstýriskvinnan í almannamálum røðu á føðingardegnum.

Góðan dag, øll somul.

Og takk fyri, at tit í KRIS hava boðið mær higar at siga nøkur orð, nú felagsskapurin hevur tjúgu ár á baki!

Sum tað sæst at lesa fremst á heimasíðu tykkara, er Kris ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, og endamálið er at upplýsa um kynsligan ágang og geva teimum, sum eru misnýtt, ráðgeving og hjálp.

Hetta hava tit nú gjørt í samfull tjúgu ár. Og mong eru tey, sum eru fegin um tað stóra arbeiðið, tit hava gjørt og sum tit framvegis gera. Alt ov mong, kann man freistast at leggja afturat. Tí vit vita, (tíverri, mugu vit siga! ), at tey eru sera mong, sum hava havt brúk fyri tykkum hesi farnu tjúgu árini. Og sum framvegis hava brúk fyri tykkum. Og eg vil takka tykkum so hjartaliga fyri tað stóra arbeiðið, tit gera hvønn dag, árið runt.

Í okkara lítla samfelag hava vit lyndi til at tiga burtur tey viðurskifti og tey ting, sum eru óbehagilig at tosa um. Hetta er einki nýtt. Og hetta er ikki einans galdandi fyri kynsligan ágang. “Um vit ikki tosa um tað, er tað ongantíð hent,” tykist tað viðhvørt, sum at vit halda.

Tað, at nøkur evni eru meira tabuiserað, enn onnur, er tó heldur ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Tí hetta kenna vit eisini aðrastaðni frá. Kynsligur ágangur man vera eitt tað mest pínufulla tabu, bæði her hjá okkum og aðrastaðni við. Tí eisini úr grannalondunum hoyra vit, at tað er trupult hjá fólki at tosa alment um kynsligan ágang. Kynsligur ágangur skal ikki tigast burtur. Tí tað óunniliga og ótespiliga hvørvur ikki, um vit dylja tað. Og tora vit ikki at tosa um hesi viðurskifti, hvussu skulu vit tá kunna gera nakað við trupulleikan? Og hvussu skulu vit tá kunna hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí?

Tíbetur – tingini flyta seg, hóast tað eftir mínum tykki gongur alt ov spakuliga viðhvørt. Tað, at hesi evni eru sett á dagsskránna seinastu árini og eru blivin meira umrødd, enn nakrantíð, eiga tit í Kris avgjørt tykkara lut í: At vit so smátt um smátt eru farin at bróta tøgnina, tá tað snýr seg um kynsligan ágang, tað hava tit í Kris verið við til at broyta til tað betra. Tað er einki yvir at dylja. 
Og takk skulu tit eiga fyri tað!

Millum annað tykkum fyri at takka, eru alt fleiri, sum tora at traðka fram og siga sína søgu. Og vit vita øll, at tað er alt annað, enn lætt at traðka fram í okkara lítla samfelag. Tað er so skjótt, at vit kenna okkum fordømd ella útspilt. Tí fegnist eg um, at ein ávís broyting til tað betra hóast alt er at hóma. Kynsligur ágangur er eitt so álvarsligt brot, sum fólk kunnu fáa trupulleikar av alt lívið.Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit ásanna trupulleikan og gera okkurt fyri at bøta um hjá teimum, sum eru rakt.

Hetta ásanna vit eisini í samgonguni, og meta sera høgt tað stóra arbeiðið, sum tit gera og hava gjørt nú í tjúgu ár. Tað arbeiðið, sum tit og aðrir sjálvbodnir felagsskapir gera, er av alstórum týdningi fyri samfelagið.

Haldi, man kann siga, at har, sum tað almenna ikki røkkur, taka sjálvbodnu felagsskapirnir við. Og tit eru einki undantak!

Vit hava nú í nøkur ár havt eitt alment viðgerðartilboð til teirra, sum hava seinárin orsakað av kynsligum ágangi í barnaárunum. Talan er um ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi. Hetta tilboð hevur eisini verið sera væl móttikið og væl vitjað. So eingin ivi er um, at tørvurin er til staðar.

At staðfesta nágreiniliga, hvussu stórur tørvurin á stuðli ella hjálp er, er trupult. Men tit hava so sanniliga gjørt tykkara til at vísa á tørvin og tit hava gjørt tykkara til at bøta um hjá mongum. Takk skulu tit eiga fyri tað!

Nú hava tit húsast her í tykkara egnu snotiligu húsum í skjótt tvey ár. Tað er gott hjá teimum, sum eru ella hava verið fyri ágangi at kunna koma til tykkara her á Toftum. Og eg fegnist við øllum teimum, sum hava tykkara hjálp og stuðul fyri neyðini, um at tit eru her og taka ímóti teimum.

Sum eg byrjaði við at siga: Tíverri eru tey mong, sum hava brúk fyri tykkum. Og tíbetur eru tit her til at veita teimum hjálp! 


Eg fari at enda við at takka tykkum enn einaferð fyri, at tit áhaldandi stríðast at hjálpa teimum, sum hava tykkara hjálp og stuðul fyri neyðini.

Til lukku við teimum tjúgu árunum. Og lat okkum vóna, at um tjúgu ár eru ikki eins nógv, sum hava brúk fyri tykkum.

Bestu eydnu ynski eg tykkum!

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oyggja­leikir­nir 2021 útsettir
KÍ stórsteypavinnari 2020
Nú skal Klaksvíkar kommuna byggja 60+ íb…
Runavíkar kommuna, stórar avbjóðingar fy…
Dundalk sparir allan hópin í kvøld
Jesper Brinck gjørt nýggjan sáttmála við…
Heyst­arluft
Team Rynkeby savnaði 1.540.000 krónur ti…
Fram við landi í Árnafirði við Hanus í G…
Jesus segði: ”Loyvið smábørni­num at koma…
Jesus segði: ”Loyvið smábørni­num at koma…
Undir Íslandi við Norðborg
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur svarar…
Garðavegur verður nú gjørdur liðugur
Sum ein Jarðarferð
Paul Kjartan er okkara valevni í Klaksví…
Gysari hjá monnunum
SÍ vann fyrsta stórsteypadystin!
KÍ-AB er útsettur til 4. november
Símun H. Poulsen vann Pes-kappingina