Lýsing

Kykmynd: At skifta motor tók neyvt tríggjar mánaðar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  22.09.2020 - 09:34 Kykmynd Tíðindi Vinna

So er Norðborg um at vera klár at fara aftur til fiskiskap. Í gjárkvøldið fór nýggi høvuðsmotorurin á Norðborg í gongd fyri fyrstu ferð.

Norðlýsið var umborð og upplivdi løtuna. Tað er undir tryggum eftirlitið at ein so stórur motorur verður settur í gongd. Alt skal kannast og vissa skal fáast um, at alt er í lagi. Tí  slapp motorurin bert at ganga nøkur fá sekund, fyrstu ferð hann varð startaður.

Í dag, seinnapartin er so ætlanin at fara ein tekniskan royndartúr. Væl at merkja, um teknikararnir eru nøgdir við royndirnar teir gjørdu í gjárkvøldi og ivaleyst hava gjørt í morgun.

Á tekniska royndartúrinum verður motorurin settur undir trýst, soleiðis at vissa fæst fyri at hann lýkur tær treytir, ið settar eru slíkum motori.

Norðllýsið verður við á túrinum.

Niðanfyri eitt videoklipp tá motorurin varð settur í gongd:

Norðborg, 21.09.20 from Norðlýsið on Vimeo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan
Herverk í Klaksvík