Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tríggir tilburðir staðfestir afturat

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.09.2020 - 10:10 Tíðindaskriv Tíðindi

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 121.107 kanningar.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina. Í gjár vórðu 1675 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 451 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 416 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 23. september 2020 kl. 09:20

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum