Lýsing
Lýsing
Lýsing

Diabetesklientar í Norðoyggjum og viðgerðin

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  23.09.2020 - 10:28 Lesarabrøv Politikkur

Nakrar grundleggjandi staðfestingar við onkrum spurningum til myndugleikarnar

Seinastu 25 árini hevur diabetesviðgerðin verið holl á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Medisinskur yvirlækni var knýttur at sum bakland, og sigst viðgerðin hava virkað sera væl. – Fyri umleið tveimum árum síðani fór yvirlæknin úr starvi og síðani hava tveir sjúkrarøktarfrøðingar tikið sær av viðgerðini. Nú er deildin niðurløgd og latin til svøvnkøvu fyri landið.

Í Danmark og her er nú viðgerðin vanliga løgd til kommunulæknar, har sjúkrarøtarfrøðingur eisini er í starvi Mett verður, at teir kenna klientarnar best og klára so gott sum allar tilburðir.

Hetta er helst púra rætt. Avgjørt var m.a. við einum áliti handað  landsstýrinum, nevnt “Menning av føroyska heilsuverkinum”, at hetta var gjørt “...fyri at styrkja førleikan í nærumhvørvinum í tøttum samstarvi við ambulatoriið á sjúkrahúsunum...”

Til hetta krevst samstundis, at fastur kommunulækni er til taks. Í dag eru bara tveir fastir læknar í Klaksvík - væl umtøktir, eftir tí vit hoyra - meðan ein av trimum læknaviðtalum er “bert mannað” við vikarum, sum skifta ofta og sita stutt,  ja, onkuntíð sera stutt. Hesir kenna lítið ella fyri at siga onki til sjúklingin ella viðurskiftini uttan út frá journalini!

T.v.s., at ein av trimum viðtalunum hava ongan fastan lækna. 

 

Torført at fáa kommunulæknar

Sum Marjus Dam, formaður í komunulæknafelagnum, hevur verið frammi um, er støðan tann, um rætt og optimalt varð atborið, so áttu 49 kommunulæknar at verið í Føroyum.  Flest øll vita, at tørvur er á kommunulæknum bæði í Føroyum  og í Danmark. Í dag eru 35 størv  normerað. Her eru bara 26 læknar í føstum starvi ella helmingur av ynskiliga talinum.

T.v.s. at teir diabetesklientar/sjúklingar, sum bara hava vikarierandi læknar á at líta her í Norðoyggjum, eru ikki bara fyri vanbýti, men teirra støða er óálítandi, og nógvir av hesum kenna seg ótryggar.

Her hugsi eg ikki so nógv um meg sjálvan, sum havi havt diabetes í meiri enn 20 ár, havi tað gott og eri aldrandi, men hugsi um núverandi og komandi sjúklingar, sum eru í relativt góðum árum.

 

Framtíðar viðurskifti

Eitt afturat. Á Heilsumiðstøðini í Klaksvík, sum helst varð ætlað fýra læknum, eru nú fleiri ábyrgdir álagdar kommunulæknum at umsita saman við tilhoyrandi sjúkrarøktarfrøðingi og skulu sostatt hava betri pláss, sostatt verður Heilsumiðsøðin bara til tveir kommunulæknar.

Her er umráðandi, at myndugleikarnir -  býráð, Heilsutrygd ella rættari sagt alt politiska- og viðgerðar umhvørvið - setir seg saman at viðgera, hvussu hetta mál fyri framtíðina kann loysast: 

 

1.    Hvussu skulu diabetessjúklingarnir í “Viðtalu 2 – við skiftandi vikarum” -  kenna seg tryggar. – Hetta hastar!

2.   Í Norðoyggjum eiga fýra kommunulæknastørv at vera normerað  sammett við fólkatalið!

3.   Samstundis má farast undir at útvega tilsvarandi viðtaluhøli!

 

Kundi verið áhugavert hjá norðoyingum at fingið eina frágreiðing frá myndugleikanum og nøkur svar um, hvør ætlanin er.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund