Lýsing
Lýsing
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri, fegnast um nýggja Húsarhaldskúlan | Mynd: Egin mynd.

Fantastiskt at fáa ein nýggjan skúla

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.09.2020 - 14:49 Mentan Tíðindi

- Vit eru í ferð við at fáa ein nýggjan og spennandi miðbý, sum fer at innihalda nógvar ymiskar bygningar, virksemi og eisini torg, og har hóskar húsarhaldsskúlin so sera væl inn, tí vit kunnu viðvirka til at fylla miðbýin við fólki og lívi, sigur ein spent Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum í áratíggjur hevur verið stjóri og hevur staðið á odda fyri tí sera væl umtókta Húsarhaldsskúla Føroya, er púra greið í sínum boðskapi:

- Heilt frá fyrsta degi hevur hugsjónin við Húsarhaldsskúla Føroya verið, at hann er ein vistarskúli, sum er ætlaður at verða ein sjálvstøðugur skúli, og tí er tað fult í tráð við okkara framtíðar ætlanir, at skúlin framhaldandi verður ein sjálvstøðug eind.

Hóskar væl til miðbýin

- Eftir mínum tykki er staðsetingin í miðbýnum í Klaksvík sera góð, bæði fyri skúlan sjálvan og fyri miðbýin, tí eg eri sannførd um, at báðir hesir partar hava nógv at geva hvørjum øðrum. Í miðbýnum fáa lærarar og næmingar skúlans ágóðan av at liggja tætt við fleiri tilboð og møguleikar, og afturfyri fer Húsarhaldsskúli Føroya at geva miðbýnum í Klaksvík nógv og positivt lív við lívsfrískum skúlaungdómi og fleiri øðrum tiltøkum.

- Vit eru í ferð við at fáa ein nýggjan og spennandi miðbý, sum fer at innihalda nógvar ymiskar bygningar, virksemi og eisini torg, og har hóskar húsarhaldsskúlin so sera væl inn, tí vit kunnu viðvirka til at fylla miðbýin við fólki og lívi, sigur ein spent Jóhanna á Tjaldrafløtti.

- Tað fer at lata upp fyri heilt nýggjum møguleikum at fáa ein nýggjan skúla við eini so góðari staðseting mitt í Klaksvík, har vit sjálvandi fara at lata upp fyri umhvørvinum í okkara virksemi, og vit fara eisini at gagnnýta teir møguleikar, sum vit fáa við at liggja har.

- Har er so nógv áhugavert longu staðsett í miðbýnum, eitt nú Nólsoyar Pálsgarður, sum er ein so spennandi verkætlan, og aðrar eru ávegis, og sjálvandi skulu hesar allar samansjóðast á ein slíkan hátt, at allir partar kunnu njóta gott av tí virksemi, sum vit í felag kunnu skapa í miðbýnum.

Fær nógvar umsóknir

- Eg havi nú verið stjóri fyri Húsarhaldsskúlan í nøkur ár, og tað hevur verið ein sera spennandi tíð, har vit hava lagt dent á at skapa og menna eitt skúlaumhvørvi, sum bæði er spennandi og mennandi fyri ungdómar, sigur Jóhanna.

- Hetta hevur eisini eydnast okkum sera væl, tí skúlin fær nógvar umsóknir, viðhvørt enntá tvífalt so nógvar umsóknir, sum hann kann taka ímóti. Hetta eru vit á skúlanum sjálvsagt ógvuliga fegin um og takksom fyri, og tí gleða vit okkum til at sleppa at flyta inn í ein nýggjan, tíðarhóskandi skúlabygning, við góðari staðseting í Klaksvík.

- Í sera góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu, Mentamálaráðið og Almannamálaráðið saman við Bústøðum er tað eydnast okkum at fáa eina ítøkiliga verkætlan stáplað upp á  beinini, sum nú er komin so langt, at hon kann setast í verk um heilt stutta tíð.

- Tað verður fantastiskt at fáa ein nýggja skúla, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald