Lýsing
Lýsing
Lýsing

Væleydnað fiskikapping í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Dragin  |  28.09.2020 - 17:57 Mentan Myndarøð Tíðindi

Árliga fiskikappingin hjá segl- og skúlaskipinum Dragin, varð hildin í góðverðriðnum leygardagin.

Flestu bátarnir royndu í Kalsoyarfirði, suður úr Borðoyanesinum, eysturi í Íðuni og onkur norður úr Nakkinum.

Bátarnir loystu klokkan 7.30 og vóru aftur klokkan 17.00. Ímeðan veiðan varð vigað, varð suppa bjóða manningunum umborð á Draganum.

18 bátar luttóku, og samlaða veiðan gjørdist 5600 pund.

 

Úrslitið gjørdist:

Nr. 1: ‘Malla’ við Hans Edmund Josephsen og Ólavur Gaard: 780 pund
Vinningur: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)

Nr. 2: ‘Norðan’ við Petur J. Svøðstein og Einar Heinesen: 585 pund
Vinningur: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 3: ‘Húshamar’ við John Erik Sirdal og Jørgin Olsen: 567 pund – Vinningur Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: Dragin KG 212)

 

Størsta fisk, ið var 104 cm, fekk báturin Malla. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)

Vinnarin av lutakastinum millum bátarnar, gjørdist báturin Rejen. Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Garpar)

 

Dragin takkar øllum luttakarunum og stuðlum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!