Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit hava brúk fyri tær

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  29.09.2020 - 15:26 Politikkur Tíðindaskriv

Týsdagin 10. november 2020 verða limir aftur valdir í bý- og bygdaráðini, og fara hesir komandi árini at seta út í kortið við raðfestingum á brekøkinum. Nýt tíni rættindi at velja, tí ein av greiðu avbjóðingunum hjá kommununum er m.a. at gera bygningar, grøn økir og vegir atkomulig fyri øll.

 

Nýt tíni rættindi at velja

Flestu valevnini eru “vanligir” borgarar, ið koma at hava vanlig arbeiði afturat uppgávuni sum bý- ella bygdaráðslimir. Tí hevur tað týdning at seta orð á, hvørjir batar eru ynskiligir á brekøkinum. Vit kunnu ikki ganga út frá, at valevnini vita tað.

Vit eiga saman og hvør sær at vera sjónlig og siga frá. Minni kann verða hugsað um politiskan lit hjá valevnunum, og meira um persónligan áhuga og eldhuga at leggja neyðugu orkuna í at gera mun. Vit eiga at velja tey, ið ynskja at gera kommunurnar fyri øll.

 

Atkoma er so nógv

Tá ið tosað verður um atkomu og kommunalar uppgávur, so verður hugsað um alt slag av atkomu. Samskifti, vegir, friðað øki og fríøkir og gøtur, vesi, bussar, arbeiðspláss, læknamiðstøðir og skúlar. Eins og matstovur, gistingarhús, handlar, spælipláss og aðrar bygningar, sum eru opnir fyri almenninginum.

Atkomuviðurskiftir í og við bygningar eru í dag skipað í Bygningskunngerðini frá 2017. Kommunurnar eru byggivaldið og tískil góðkennandi byggimyndugleiki og skulu hava eftirlit við, at bygt verður eftir góðkendum byggiloyvi og galdandi reglum.

Kommunurnar eiga eisini at taka við umbygging av gomlum bygningum. Her kann nevnast, tá ið gomul hús verða umbygd til matstovur ella til almenna nýtslu.

Tað hevur týdning, at vit seta X við valevnið, ið hevur hjartað á røttum stað.

 

Megd í valstríðið

Góðska í gerandisdegnum verður mett eftir, hvørjar møguleikar umhvørvið gevur okkum at vera virkin í gerandisdegnum - saman við øðrum. Loysnirnar eiga at vera burðardyggar og varandi.

Fylg væl við í valstríðnum, sig frá, lurta eftir, hvat valevnini siga, og hugsa teg um, áðrenn tú velur, tí vit vilja hava megd í valstríðið og framtíðararbeiðið hjá kommununum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund