Lýsing
Lýsing

Norðborg: 1000 tons og ísur á skránni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  03.10.2020 - 10:53 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað hevur gingið væl hendan fyrsta túrin við nýggjum, ella umvældum motori. Úr maskinrúminum hava at kalla ongi harmaljóð úr maskinrúminum. Vit hava nú 1000 tons av frystum sildafløkum í lastini, 400 tons av sild í tangunum, sum bíða eftir at vera skorin til flak og harafturat 200 tons av fiskamjóli.

Vit eru nú einar 90 fjórðingar norður eystur úr Fugloynni. Í løtuni liggja vit og framleiða, í morgin er ætlanin at koyra tolið út aftur at fylla tangarnar áðrenn vit fara á Klaksvík. Vit rokna við at vera í Ánunum mánakvøldið.

Krydd og saltsild

Eg havi verið umborð nú í 10 dagar, hetta hevur verið ein ótrúliga góður túrur fyri meg. Síggi eisini á heimasíðuni hjá Norðlýsinum, at greinarnar frá Norðborg hava verið sera væl vitjaðar. Endamálið við túrinum var eisini at kunna um hesa vinnuna, sum hevur so alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Nú túrurin fer at halla, er sum altíð umborð á skipið tá so er, gott lag. Í gjárkvøldið bjóðaðu Pól Viðbjørg kokkurin og stýrimaðurin Jóhan Isaksen mær, at teir vildu kryddra mær eina spann av sild. Eg havi fingist nógv við fisk gjøgnum tíðirnar, men tað havi eg ikki roynt áður, so hetta var nýtt og spennandi. Eftir lokið arbeiðið í galluni, har lagið var í topp, bleiv spannin væl surrað á dekkinum, tað syrgdi Pól fyri. Eg fekk boð um, at eg skuldi venda sildini dúgliga í spannuni teir fyrstu dagarnar og at hon skuldi liggja í lakanum í 5-6 vikur. Hetta verður áhugavert og spennandi at royna.

Men ikki nokk við tí, Birgir Svøðstein bjóðaði mær eisini eina spann av saltsildl, so komandi tíðina verður sild á borðinum á Rygsvegi 3.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seyða­sýningin fyri Borðoynna 2021 útsett…
Stórar tunnilsverkætla­nir elva til stóra…
Theodor H. Sólbjørg 80 ár
Títlingur lítli
Nýtt lag frá I AM
Tummas: Vit fara á fund seinnapartin
Ránsætlan Fólka­floksins
Gev okkum eina Bíbil
Fráboðan
Tiltakið útsett - 100 ára minnisløta fyr…
Áheitan frá Team Klaksvík
Korona órógvar lands­kappingina
Høgni Mohr við bókaútgávu
Borgar­stjó­rin: - Støðan er undir kontrol…
Samhaldsfesti heldur enn Tunnilsfesti
Fimleikafagnaðu­rin útsettur
Asfalts­arbeiðið á Klaksvíksvegnum
Heimaflotin og búskapar­frøðingurin
Lands­læknin: Smittutøl­ini helst yvir 100
Støða verður tikin um ársveitsluna mikud…