Lýsing
Lýsing
Lýsing

13 nýggjar íbúðir undir Fossum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.10.2020 - 13:02 Tíðindi Vinna

- Í góðum samstarvi við borgarstjóran og eigaran av lendinum, er tað eydnast okkum at koma á mál við hesi spennandi íbúðaverkætlan, sum fevnir um 13 nýggjar íbúðir við sera góðari staðseting mitt í Klaksvík, sigur Hjalti Josephsen frá Norðhús, sum í næstum fer undir sjálvt lendis- og byggiarbeiðið.

Norðlýsið hitti ein hugagóðan Hjalta Josephsen frá byggifyritøkuni Norðhús, sum í løtuni er komin væl áleiðis at byggja fleiri íbúðir á Norðoyri. Og nú ætla teir sær undir íbúðabygging í Klaksvík.

 

Sera góð staðseting

- Tað verður ringt at finna nakra betri staðseting enn hesa undir Fossum, og tí eru vit sera fegin um, at tað er eydnast okkum at fáa hesa verkætlanina upp at standa í góðum samstarvi við bæði borgarstjóran og eigaran av lendinum.

- Tað eru vit sera takksamir fyri, tí tað er eingin loyna, at tað er ein ovurstórur tørvur á bústøðum her í Klaksvík, og tí er tað alneyðugt, at allir partar samstarva um at finna loysnir, sigur Hjalti Josephsen, sum eisini er ógvuliga spentur upp á hesa komandi verkætlanina.

- Hesar íbúðirnar koma at liggja tætt við bæði miðbýin og allar frítíðaraktivitetir í býnum, og eins og úti á Oyri, so er sólargangurin eisini sera góður her.

 

Tríggjar ymiskar støddir

- Lendið, har íbúðirnar koma at liggja, er rættiliga slæt, og umhvørvið er vakurt, so tær koma at liggja sera væl og í hugnaligum umhvørvi, heldur Hjalti.

- Støddirnar, sum vit fara at byggja í hesum umfari, eru tríggjar ymiskar: 8 verða 84 fermetrar, 2 verða 55fermetrar, og 3 verða 112 fermetrar.

 

Arbeiðið byrjar í næstum

Norðlýsið ringdi eisini til Jógvan Skorheim, borgarstjóra, sum upplýsir, at henda verkætlan varð løgd fyri avvarðandi nevndir og býráðið í hefyri.

- Málið fekk breiða undirtøku, tí sum kunnugt er sera stórur tørvur á bústøðum her í kommununi.

- Best er at gera vegin inn á hetta økið undir Fossum beinanvegin, tí umframt hesar 13 íbúðirnar eru eisini onnur privatfólk, sum hava ætlanir um at byggja í sama øki, so hetta málið kemur eisini at hjálpa øðrum bústaðabyggingum í sama øki, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona